Landsdystir millum Føroyar og Kekkia útsettir

Orsakað av álvarsligu korona-støðuni í Kekkia eru manslandsdystirnir, sum skuldu verða 4. og 7. november millum Føroyar og Kekkia, útsettir.

Føroyar skuldu upprunaliga spæla í Pilzen í Kekkia mikudagin 4. november og heima í Føroyum leygardagin 7. november. Kekkiska hondbóltssambandið hevur boðað frá, at myndugleikarnir í Kekkia í verandi støðu ikki loyva fólki at savnast og loyva ikki hondbóltsdystum at vera leiktir. Kekkiska ligan liggur still og leikarar sleppa ikki at savnast til venjingar. Eisini eru stórar avbjoðingar við at fáa leikarar leysgivnar av útlendsku feløgum teirra, serliga úr Bundesliguni í Týsklandi.

EHF hevur gjørt eina samlaða meting av støðuni og eru 7 dystir í EM-undankappingini útsettir í fyrstu atløgu.

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.