Landslið

 

Landsliðsvirksemið, sum er økt nógv seinnu árini, er nú dygt og trygt, og føroyskur hondbóltur luttekur nú støðugt og framhaldandi á altjóða pallinum.

Hondbóltssamband Føroya hevur landslið í øllum ungdómsdeildum, umframt A-landslið hjá monnum og kvinnum.

Aðalmálið er, at allir aldursbólkar, í minsta lagið einaferð um árið, fáa eina altjóða avbjóðing.