Kunning

Almenn kunning til landsliðsleikarar hjá HSF

Tá ein leikari verður úttikin til eitt landslið, er týdningarmikið at leikarin er vitandi um ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri landsliðsleikaran í uppgávum í Føroyum og uttanlands.

Persónligir upplýsingar
Tá ein leikari verður úttikin til ein landsliðshóp, er tað ábyrgdin hjá viðkomandi leikara at senda liðleiðaranum fyri viðkomandi landsliðið fylgjandi upplýsingar:

Navn, føðingardag, felag, bústað, telefonnummar, teldupost, hædd, vekt, stødd á klæðum, passnummar og kontaktpersónar heima (navn og telefonnummar hjá einum ella tveimum avvarðandi persónum, sum HSF kann seta seg í samband við, um tørvur er á tí).

Heilivágur/doping
Tað er uppgávan hjá landsliðsleikaranum at boða liðleiðaranum fyri viðkomandi landsliði frá, um ein tekur heilivág, sum tað er neyðugt at vita nakað um, og sum kann krevna serligt loyvi. Tað er sera umráðandi, at hetta verður gjørt í góðari tíð í samband við landsliðsuppgávur, soleiðis at neyðug loyvir og váttanir kunnu fáast til vega, um tað er neyðugt.
Um hetta ikki verður gjørt, er vandi fyri at viðkomandi leikari verður tikin fyri doping. Sí annars vegleiðing hjá ÍSF.

Serligur tørvur
Tað er uppgávan hjá landsliðsleikaranum at boða viðkomandi liðleiðara frá, um leikarin hevur ovurviðkvæmi ella annað, sum krevur, at tað verða tikin serlig atlit. Í sambandi við landsliðsuppgávur ber t.d. til at fáa serligan mat, um boðað verður frá í góðari tíð.

Egingjald
Starvsnevndin hevur samtykt, at allir leikarar, sum eru við á uttanlandsferð við ungdómslandsliði ella við leikaramenningini, skulu gjalda eitt egingjald. Egingjaldið er í mesta lagið kr. 2.500,- fyri hvønn.

Trygging
Tað ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum leikara at hava síni tryggingarviðurskifti í lagi, soleiðis sum hvør einstakur ynskir sær tað.

HSF vil viðmæla øllum úrvalsíðkarum og landsliðsleikarum í hondbólti at tekna eina sokallaða viðgerðartrygging, sum tryggjar, at ein leikari, sum verður skaddur, m.a. brýtur eina tonn, kann fáa viðgerð alt fyri eitt og fáa skaðan rindaðan.

Ítróttarsamband Føroya (ÍSF), sum HSF er limur í, hevur eina vanlukkutrygging, sum er galdandi í sambandi við venjingar og kappingar heima í Føroyum. Tryggingin tekur bert við í Føroyum. Meira kann lesast um hesa tryggingina á heimasíðuni hjá ÍSF.

Atburður
Føroyskir landsliðsleikarar og leikarar, sum eru við í leikaramenningini hjá HSF, eiga at vísa góðan og jaligan atburð. Til venjing, uttanlandsferðir, í gerandisdegnum og sum heild, umboða leikarar, ið eru partur av føroyskum landsliði í hondbólti og leikaramenningini, Føroyar og føroyskan hondbólt á sømuligan hátt við góðum atburði og við virðing fyri hvørjum øðrum.

Klæðir og stuðlar
Tað er ábyrgdin hjá landsliðsleikarum at virða klæðna- og stuðlasáttmálarnar hjá HSF. Landsliðsleikarar skulu til eina og hvørja tíð, í samband við landsliðsvirksemi, í tann mun tað er møguligt, verða í røttum klæðum, har stuðlarnir framganga.

Loyvd frávera
Leikarar, sum orsakað av landsliðsluttøku missa tímar/blokkar í skúlanum, kunnu fáa eina sokallaða skúlaváttan frá HSF. Í einari slíkari skúlaváttan stendur í, hvørjum sambandi og nær leikarin er upptikin. Í nøkrum skúlum, t.d. øllum miðnámsskúlum í Føroyum, gevur ein skúlaváttan frá sersambandinum í sambandi við landsliðsluttøku, næminginum loyvda fráveru.

 

Vinaliga

Hondbóltssamband Føroya