Landsliðsvenjarafundur

Starvsnevndiin og Menningar- og Úrvaldsnevndin hjá HSF, settu venjarum og hjálparfólki kring landsliðini stevnu, í ÍSF-húsinum, mánakvøldið 27. november.

Endamálið við fundinum var at gjøgnumganga praktisk viðurskifti, uppgávubýti og at tosa um tær leiðreglur og viðtøkur, sum eru knýttar at landsliðsarbeiðinum.

Ætlanin er, at hvørt landslið hevur ein høvurðsvenjara, hjálparvenjara, málverjuvenjara, liðleiðara, fysioterapeut og eitt HSF-umboð. Føroyskur hondbóltur hevur sjey landslið, so talan er um 42 størv, ið eru knýtt at landsliðunum, tó ganga summi aftur í nøkrum teirra. Flestu avtalur eru gjørdar fyri tvey ár, fyri at tryggja virkið landsliðsarbeiði.

Tey, sum eru knýtt at teimum ymsu landsliðunum eru:

A-menn (Sonni Larsen, høvuðsvenjari, Jeppe Borch, hjálparvenjari, Dejan Lacok, málverjavenjari, Petur Sivertsen, liðleiðari, Beinta Laursen, fysioterapeut og Birgir Kass, HSF umboð)

A-kvinnur (Dia Midjord, høvuðsvenjari, Sophus Dal-Christiansen, hjálparvenjari, Nicholas Satchwell, málverjavenjari, Linda av Fløtum, liðleiðari, Beinta Laursen, fysioterapeut og Oyvindur Brimnes, HSF umboð)

U20 menn (Mark Marcher-Lausen, høvuðsvenjari, Hjalmar Klein Olsen, hjálparvenjari, Jákup Durhuus, liðleiðari og Jógvan Emil Nielsen, HSF umboð)

U20 kvinnur (Per Klarup, høvuðsvenjari, Christoffur Gert Nielsen, hjálparvenjari, Mark Dahl, málverjavenjari, Inga Dahl, liðleiðari, Bára Krosslá Mortensen, fysioterapeut og Anna Dam HSF umboð)

U18 menn (Birgir Hansen, høvuðsvenjari, Bogi Karbech Henriksen, hjálpar- og málverjavenjari, Jákup Durhuus, liðleiðari og Djóni Højgaard, HSF umboð)

U18 kvinnur (Per Klarup, høvuðsvenjari, Christoffur Gert Nielsen, hjálparvenjari, Mark Dahl, málverjavenjari, Inga Dahl, liðleiðari, Bára Krosslá Mortensen, fysioterapeut og Anna Dam HSF umboð)

U16 kvinnur (Dia Midjord, høvuðsvenjari, Anya Midjord, hjálparvenjari og liðleiðari og Gunn Ellefsen HSF umboð)

 

Neon Cup – hondbóltur í myrkri

2. desember 2019

Leygardagin 27. desember verður forvitnislig hondbóltskapping í Hoyvíkshøllini.

Margrið eygleiðari til HM í Japan

27. november 2019

Margrið Weihe skal verða altóða eygleiðari til HM hjá kvinnum, sum verður í Japan í tíðarskeiðnum 30. november til 15. desember.

Tvey greið tap fyri Íslandi

25. november 2019

Kvinnulandsliðið leikti í vikuskiftinum tveir venjingardystir móti Íslandi í Hafnafirði. Báðir dystirnir endaðu við greiðum tapi.