Landsliðsvika hjá monnum

Seinastu vikuna hava landsliðini á manssíðuni vant saman í fullari ferð.

Landsliðini eru í fullum fyrireikingum til komandi uppgávur. A-landsliðið hjá monnum hevur EM-undandystir móti ávikavist Rumenia í mars og Ukraina og Eysturríki í apríl. U21-landsliðið fyrireikar seg til HM, sum verður í Grikkalandi og Týsklandi í juni og juli. Lutakastið til U21-HM verður týsdagin 17. januar. U19-landsliðið hevur eisini vant saman og fyrireika hesir seg til HM, sum verður í Kroatia í august.

Á skrá hava verið venjingar, bæði í hallum og styrkirúmi. Í kvøld verða venjingardystir í Vestmanna. Kl. 16.00 spæla menninir innanhýsis dyst og kl. 17.30 spæla U19-menn móti U21-monnum.

Hesi halda skil á landsliðunum

26. januar 2023

Øll landsliðini hjá HSF hava ein liðleiðara tilknýttan, sum tryggjar at venjingar, kappingar og virksemi kring liðini sum heild gongur smidliga.

Spennandi HM-lutakast

17. januar 2023

Føroysku U21-mennirnir fingu eitt gott og spennandi lutakast til HM-endaspælið. Føroyar komu í bólk D saman við Spania, Japan og Angola.

Stroymið U21 HM lutakastið

17. januar 2023

Í dag kl. 15.00 verður lutakastið til U21 HM-endaspælið hjá monnum, sum verður leikt í Týsklandi og Grikkalandi.