Landsliðsvirksemi í summar

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

HSF hevur gott samstarv við íslendska hondbóltssambandið og verða fleiri ungdómslandsdystir millum londini í summar. Vikuskiftið 4. og 5. juni fara U16- og U18-kvinnur til Íslands at spæla venjingardystir móti Íslandi. Vikuskiftið eftir kemur íslendska U16-landsliðið hjá monnum til Føroyar, at spæla tveir venjingardystir móti føroyska U16-landsliðnum í Høllini á Hálsi. Fyri U16-liðini hjá Føroyum er hetta fyrstu altjóða dystirnir, sum eru liðir í at fyrireika liðini til europeisku kappingarnar, sum standa fyri framman komandi árini.

Vikuskiftið 23. – 24. juli kemur íslendska U18-landsliðið hjá monnum til Føroyar at fyrireika seg til EM við tveimum dystum móti Føroyum. Bæði liðini skulu til EM-endaspælið.

Í juli mánaði spæla U16-kvinnur European Open í Gøteborg í Svøríki í tíðarskeiðnum 4. – 8. juli. Føroyska liðið er í bólki saman við Montenegro, Hollandi og Svøríki.

U20-menn skulu spæla EM-endaspæl í Porto í Portugal í tíðarskeiðnum 7. juli – 17. juli. Føroyar eru í bólki saman við Slovenia, Danmark og Ungarn

Í august mánaði spæla U18-menn EM-endaspæla í Podgorica í Montenegro 4. – 14. august, har Føroyar eru í bólki saman við Spania, Svøríki og Fraklandi.

 

 

 

Atgongumerki til Norðurmakedonia – Føroyar

26. mars 2024

Stórur áhugi er fyri útidystinum hjá manslandsliðnum í HM-undankappingini móti Norðurmakedonia sunnudagin tann 12. mai í Skopje.

U-landsliðini saman á páskum

25. mars 2024

Nú í páskavikuni savnast fleiri av okkara yngri landsliðum til venjingar. U08-kvinnur, U06-kvinnur og U06-menn eru saman og fyrireika seg til sínar ymsu uppgávur í summar.

Niðurlond, Føroyar, Ukraina og Kosovo

21. mars 2024

A-landsliðið hjá monnum kom í bólk 6 saman við Niðurlondum, Ukraina og Kosovo til EM-undankappingina til Euro 2026.