Leiksskráin til HM-undankappingina

Í morgin byrjar HM-undankappingin, sum verður í Høllini á Hálsi.

Kringarvarpið vísir allar dystirnar hjá Føroyum og sigur FM1 eisini frá. H71-kvinnur spæla eisini European Cup leygardagin á Hálsi, har tær møta ZRK Naisa Nis úr Serbia. Kringvarpið vísir eisini hendan dystin.

Leiksskráin sær soleiðis út:
Fríggjdagur
Kl. 17.00 Lettland – Italia
Kl. 19.30 Luksemborg – Føroyar

Leygardagur
Kl. 14.00 H71 – ZRK Naisa Nis
Kl. 17.00 Lettland – Luksemborg
Kl. 19.30 Italia – Føroyar

Sunnudagur
Kl. 15.30 Italia – Luksemborg
kl. 18.00 Føroyar – Lettland

Les meira um HM-undankappingina, støður, úrslit o.s.fr. her:
Men’s World Championship 2021 Qualification Europe (eurohandball.com)

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

18. januar 2022

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Vunnu HM-undankappingarbólkin

17. januar 2022

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

16. januar 2022

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.