Ætlan og spælskipan

Í aldursbólkunum upp til 12 ár hevur spælskipanin lítlan og ongan týdning, tí við spæli og stuttleika er fokus á at menna førleikarnar hjá tí einstaka. Venjarin eigur at útvega sær vitan um børn, eitt nú hvussu tey rørsluliga og kropsliga mennast. Venjarin skal somuleiðis hava vitan um venjing og læring, og hvussu foreldrini kunnu gerast viðspælarar. Fyrstu árini er fjølbroytni lyklaorð í venjingunum.

At leggja til rættis fær harafturímóti stóran týdning í aldursbólkunum 10 og 12 ár. Áðrenn venjarin játtar at venja eitt lið, eigur viðkomandi at hugsa um sjálva uppgávuna, og hvat endamálið er við arbeiðnum?

Venjarin má í samstarvi við felag ella høvuðsvenjara finna útav, hvat børnini skulu læra, og hvussu tað skal raðfestast. Samandrátturin aftast er ein góð vegleiðing, um ein stendur á berum, tí har eru leiðbeiningar um, hvat er skilagott at leggja dent á í ymsu aldursbólkunum, tá talan er um tekniska/taktiska venjing, kropsliga venjing og tað sosiala.

Føroyski leisturin hevur ásetingar um, hvat spælararnir í ymsu aldursbólkunum skulu læra, um teir seinni ynskja at gerast landsliðsspælarar. Ásetingar eru eisini um, hvussu nógv aldursbólkurin eigur at vekta høvuðsøkini; tann tekniska-, taktiska-, kropsliga- og sálarliga partin.

Sjálvandi ber ikki til at veita nakra vissu fyri, at spælarin, sum fylgir hesum, kemur á landsliðið, tí nógv annað ger seg galdandi á vegnum – ikki minst, um spælarin hevur rættan hugburð. Men eisini um spælarin venur tey røttu tingini, tey røttu tíðspunktini, í rættari raðfylgju og í hóskandi mongd. Hetta er høvuðsábyrgdin hjá venjaranum, og tí hevur tað ovurstóran týdning, at feløgini hava ella menna dugnaligar barna- og ungdómsvenjarar.