Fyrireiking hevur týdning

Ein ætlan – frá verandi støðu til ynskistøðu – skal gerast. Fyrst er skilagott at gera eina yvirskipaða ársætlan, sum býtir kappingarárið upp í tíðarskeið, t.d. summarvenjing, grundvenjing og kappingarvenjing.

Í einstøku tíðarskeiðunum skal takast støða til teknisku/taktisku veningina, kropsliga partin og sosiala partin. Skriva niður, hvat endamálið er við venjingini ymsu tíðarskeiðini, og hvat fyri venjingar/tiltøk talan kann vera um.

Ger venjarin sær ómak við hesum fyrireikandi parti, so gerst samlaða uppgávan nógv lættari. Og tá ársætlanin er gjørd, er tað eitt spæl at gera eina mánaðarætlan, sum tekur øll neyðug fyrilit, sum ymisku spælararnir kunnu hava.

Tá vikuætlanin er gjørd, veit venjarin neyvt, hvat einstaka venjingin skal innihalda, hvat skal hava høga raðfesting o.s.fr.