Skaðar og fyribyrging


Warning: Use of undefined constant featuredImageCropped - assumed 'featuredImageCropped' (this will throw an Error in a future version of PHP) in /var/www/hsf.fo/public_html/wp-content/themes/hsf/template-parts/content-page.php on line 16

Tað er ein sannroynd, at nógvir skaðar eru í hondbólti – teir meira álvarsligu í flestu førum um knæ- og akslaliðin, og teir meira vanligu um fótlið, handlið og fingrar.

Vit býta vanliga sundur í skaðar, har kropsbeinini koma saman og kunnu liðast, t.d. brósk, spengur og liðbond, men eisini vøddaskaðar og skaðar, har kropsbeinini brotna. Vandin at fáa skaðar, har kropsbeinini brotna, minkar munandi, tá ein er kropsliga virkin, men vandin at fáa hinar skaðarnar veksur, tá ein íðkar hondbólt og annan ítrótt.

Skaðar á brósk, spengur, liðbond og vøddar kunnu flokkast í mun til, hvussu teir henda.

Talan er um bráðfeingis skaðar á vøddar, ella har liðhylki í einum verður tvingað út um tað, vevnaðurin í liðhylkinum tolir, so at brósk, liðbond og spengur fáa skaða. Og so skaðar, har kroppurin er overvaður. Hesir skaðar, sum eisini verða nevndir sprongdarskaðar, koma so líðandi og stava frá endurtøkum, ið samanlagt skaða vevnaðin.

Vanliga verður sagt, at ein av fýra skaðum er bráðfeingis, ímeðan orsøkin til nógv flestar skaðar er, at kroppurin er overvaður. Nevnast kann eisini, at flestu ítróttaskaðar henda, tí vitanin um, hvussu venjing ávirkar kroppin, er lítil, og tí spælarin ikki tekur til eftirtektar tekini, kroppurin fráboðar.

Føroyska læruætlanin leggur upp til at menna haldgóðar hondbóltsspælarar, har tørvurin hjá barninum/spælaranum er í miðdeplinum. Tað krevur, at venjarin er árvakin og hugsar um framtíðina hjá spælaranum heldur enn bara til næsta dystin.

Eingi føroysk hagtøl vísa, hvussu nógvir skaðar eru, men ein donsk kanning vísir, at hvørja viku hevur ein av fimm hondbóltsspælarum skaða