Fyribyrgja skaða

Fyrsta treyt fyri at fyribyrgja skaða er, at hondbóltsspælari hitar væl upp, so at vøddar, spengur, liðir og liðbond eru klár til venjingina. Upphiting er týdningarmikil, tí hon fyrireikar allan kroppin til arbeiðið, sum skal gerast. Vit hita lutfalsliga meira upp, um venjingin er krevjandi fyri kroppin og serliga teir vøddar, sum skulu tyngjast.

Av tí at fyribyrgjandi venjing eigur at vera partur av øllum hondbóltsvenjingum, er tað hóskandi, at hesin parturin er í upphitingini ella fyrst aftan á upphitingina. Í hondbólti skulu fyribyrgjandi venjingar serliga gerast fyri aksla-, og knæliðin, tí tað er her, at flestu álvarsligu skaðarnir henda, men eisini fyri fótliðin, har nógv stendur á. Fyribyrgjandi venjingin skal snúgva seg um samskipandi rørslur, javnvág, styrki og smidleika.

Tað hevur stóran týdning, at spælarin tekur tekini, sum kroppurin fráboðar, til eftirtektar. Spælarin kennir frægast sín egna kropp, og spælarin eigur at siga frá, um eitthvørt í kroppinum kennist undarligt.

Ein skilagóð meginregla er, at kann spælari ikki venja, so kann spælari heldur ikki spæla dyst.

Venjarin eigur at vita, hvussu nógv spælarin tilsamans venur eina viku. Her má takast við, at spælarin møguliga venur í skúlanum, í aðrari ítróttagrein, við úrvalsliði o.s.fr. Venur spælarin ov nógv, tað vil siga at hann er ov nógv tyngdur, er tað ábyrgdin hjá venjaranum at bøta um hesi viðurskifti.