Málverjin

Í aldrinum upp til 10-12 ár skulu børnini ikki spæla eitt ávíst pláss á vøllinum. Tvørturímóti skulu børnini royna at spæla á so nógvum plássum sum gjørligt og soleiðis fáa kunnleika til ymsu plássini. Hetta er góð vitan og góðar royndir, tey seinni kunnu brúka á hondbóltsleiðini.

Eisini skulu allir spælarar royna at vera í málinum, og fleiri orsøkir eru til tað. Nógv børn hava hug til at vera málverji og halda, at tað er spennandi at vera í mál, onnur hava hug, tí tað sær einfalt út – antin bjargar tú ella fer bólturin í mál.

● Børnini fáa royndir og koma at kenna plássi sum málverji. Hesa vitanina kunnu tey brúka sum útispælarar
● Venjarin sær, hvør hevur hegni at verða málveji
● Ov tíðliga at velja ein málverja