Rørsluvenjing

Heilin stýrir øllum rørslum og sendir umvegis nervatræðrirnar boð til vøddarnar.

Evnini at samskipa rørslur eru lítið ment hjá smábørnum, og allur kroppurin livir við, tá tey smílast. Nervarnir eru ov illa bjálvaðir, og av tí at einki feittlag er rundanum, fara boðini til smílivøddarnar eisini til aðrar óneyðugar vøddar. Óskipaðu rørslurnar gerast betri samskipaðar, so hvørt bjálvingin batnar.

Tá barnið seinni fer at grulva, upp at standa, at ganga og seinni at renna, hoppa, bakka ella bólta rút, er hetta úrslit av einum ótali av royndum ella venjingum, har heilin finnur útav, hvussu rørslurnar skulu setast saman. Heilin tulkar boðini, sum koma ígjøgnum sansiskipanina, hvussu spenningurin er í vøddunum, hvussu liðirnir venda, hvat eyguni síggja, og hvat bogageilarnir í innaru oyrunum siga um javnvágina.

Tá boðini eru tulkað, verða boð send til rørsluskipanina, hvørjir vøddar skulu arbeiða. Barnið lærir hesar torføru og fjøltáttaðu rørslur við endurtøkum. So hvørt heilin minnist, hvussu tær verða gjørdar, gerast rørslurnar alt tryggari og at enda sjálvvirkandi.

At barnið lærir við at royna seg, eigur at síggjast aftur í venjingini. Venjarin skal skipa teknisku venjingina soleiðis, at endurtøkurnar eru nógvar. Skal spælari menna bóltførleikan, má spælarin nerta bóltin so ofta sum gjørligt.

Á sama hátt skal taktiska fatanin mennast. Tá spælt verður, skulu fáir spælarar vera á liðnum, so teir alla tíðina mugu tulka støðurnar og velja røttu loysnina. Oftari spælari velur, skjótari og rættari verður loysnin.

Hevur barnið lítla framgongd í onkrari tekniskari venjing, hjálpir at venja eina lættari rørslu, sum barnið megnar. Stórur lívfrøðiligur aldursmunur kann vera ímillum børn í sama aldri, men fáa tey røttu venjingina, eru øll á jøvnum føti sum vaksin.

Í árunum frá 6 til 10 ár møta børn á fyrsta sinni einum hondbóltsfelag. Venjarar og leiðarar mugu gera sær ómak, so at fyrstu royndirnar í felagnum er jaligar. Óansæð førleikan skal barnið kenna, at tað er trygt og gott at vera í felagnum. Tá eru møguleikar fyri menning, og grundarlagið er lagt fyri varandi áhuga í hondbóltsspælinum.

Flestu børn røra seg lítið í dag. Summi børn eru so óvirkin, at tey nærum ikki røra seg. Tey sita í bili til og frá skúla, tey sita í skúlanum, og tey sita við telduna ella hyggja at sjónvarpi, áðenn tey fara í song. Vandin við hesum er, at sansarnir verða ikki stimbraðir, og evnini at samskipa rørslurnar fána.

Tá vøddarnir í búki og ryggi vikna, kann verða trupult at halda kroppinum upprættum. Tað kann elva til trupulleikar í rygginum, sum so víðari kann hava við sær, at gongu- og renningarlag verða óskipað.

Á leiðini fram kann hondbóltsspælari við bólti koma sær í mangar akrobatiskar støður, har treytin er, at hansara evni at samskipa rørslurnar eru framúr góð. Í støðuni eru summir betri fyri enn aðrir, men serstøk rørsluvenjing gagnar øllum spælarum. Frægasta úrslit fæst, um bóltur er við í hesum venjingum.

Í spælinum eru nógvar vendingar við og uttan bólt. Spælarin má tí læra at renna við smáum fetum, so hann ofta nertir gólvið og kann broyta kós. Hinvegin skal spælari eisini læra at økja longdina á fetunum líðandi, tá tørvur er á tí, eitt nú á veg í skjótt álop.

Rørsluvenjing verður eisini nevnd motorisk venjing, har vit skilja ímillum stórar motoriskar rørslur og fínar motoriskar rørslur. Stórir vøddabólkar fremja tær stóru motorisku rørslurnar, og smærri vøddabólkar fremja tær fínu motorisku rørslurnar. Flestu rørslur eru tó settar saman av báðum.

Í tíðarskeiðnum frá 8 til á leið 12 ár, áðrenn barnið byrjar tannárini, har ógvusligar broytingar henda, skulu venjarar læra børnini so nógvar ymiskar rørslur sum gjørligt. Hetta tíðarskeiðið verður millum fakfólk nevnt motoriski gullaldurin. Eru tær grundleggjandi motorisku rørslurnar ikki mentar áðrenn tannárini, kann tað avmarka møguleikan at røkka fullum motoriskum førleika.

Hondbóltur krevur, at armar og bein arbeiða saman, og tí hava vøddarnir um mjadnar (bulvøddarnir) avgerandi týdning fyri, hvussu væl samstarvið virkar.

Umframt at senda røttu boðini til ymsu vøddarnar, hvørjar rørslur skulu gerast, er tað eisini avgerandi fyri framgongdina hjá spælara, at heilin sendir skjót og neyv boð. Jú skjótari og neyvari boð til beinini, hægri ber til at hoppa, og jú skjótari og neyvari boð til akslar og bringuvøddar, harðari ber til at skjóta.

Støddin á vøddunum er eisini avgerandi fyri, hvussu nógv megi verður brúkt. Hondbóltur krevur, at samanspæl er ímillum heila, nervatræðrir og vøddar, og tí er tað neyðugt at venja bæði styrki og rørsluvenjing.