Tá byrjað verður at lyfta vektir, hevur tað stóran týdning, at venjingin verður løgd soleiðis til rættis, at ein fyrst venur stóru vøddabólkarnar, tvs. grundvenjingar fyri allan kroppin. Tá spælararnir hava vant seg við tyngjandi venjingarnar, verður farið at venja serøki, so sum bein, akslar, bringu, rygg og búk.
Stundum verður spurt, um gentur og dreingir skulu venja tað sama, og tí verður greitt frá muninum ímillum kynini. Áðrenn tannárini er lítil og eingin kropsligur munur á gentum og dreingjum, men so broytist hetta nógv í tannárunum, og broytingin fær týdning fyri vøddastyrkina.
Hjá dreingjum økist mongdin av kallkynshormonum, og tað hevur við sær, at vøddarnir økjast av sær sjálvum. Gentur hava ikki hesa vøddaøking, men ístaðin økist feittprosentið.
Henda broyting hevur við sær, at styrkin hjá gentum í veruleikanum viknar. Tí hevur tað stóran týdning, at gentur venja skipaða styrkivenjing í tannárunum og seinni, millum annað fyri at fyribyrgja skaðar, og at tær kunnu økja vøddastyrkina.
Tað eru gentur, sum eru bangnar fyri at fáa eina heldur mansliga útsjónd, um tær styrkivenja nógv við tungum vektum, og tí venja tær meira við løttum vektum. Hesin venjingarháttur er at kalla spill av tíð, tí hann hevur lítla og onga ávirkan á vøddastyrkina.
Tað er nærum ómøguligt hjá flestu kvinnum at byggja upp somu vøddamongd sum hjá monnum, tí kvinnur hava øðrvísi kropsligar fyritreytir. Men gentur og kvinnur eiga at gera akkurát tað sama sum dreingir og menn – venja við tungum vektum, tvs. venja við nógvari mótstøðu.