Taktisk álops- og verjuvenjing

Føroyski leisturin leggur upp til, at vit skulu klekja spælarar, sum sjálvir hugsa og fremja skilabestu avgerðirnar á vøllinum. Skulu vit klekja slíkar spælarar, so skulu førleikarnir hjá tí einstaka venjast og stimbrast so nógv sum gjørligt. Hesin framferðarháttur tekur í minsta lagi 8 ár og setir treytir til tey fyrstu barna- og ungdómsárini.

Føroyski leisturin leggur eisini upp til eina hugburðsbroyting, har venjarin er tann vegleiðandi, og har spælararnir á vøllinum sjálvir skulu finna fram til loysnirnar.

Ein treyt í skilagóða framferðarháttinum, sum føroyski leisturin leggur upp til, er, at læstar álopsskipanir, har loysnin er givin frammanundan, á ongan hátt er partur av venjingini hjá yngstu aldursbólkunum. Henda venjing gevur einans løtuvinning, og tilgongdin tekur virðismikla tíð frá skilagóða framferðarháttinum, har høvuðsuppgávan er at menna tann einstaka – og ja, vinningurin kemur langt frammi í tíðini, tá spælarin er vaksin.

Yngru aldursbólkarnir hava meginfokus á teknisku venjingina, og tá tekniski førleikin hjá spælaranum á flestu økjum er góður, verða spælararnir á taktiska økinum skúlaðir, at hondbóltur er eitt liðspæl. Tí er alneyðugt at skipa liðið við ávísum leiklutum og hartil hoyrandi uppgávum; hvat gera vit, tá vit hava bóltin, og hvat gera vit, tá hitt liðið hevur bóltin. Børnini skulu eisini læra ymiskt, sum hevur týdning í liðítrótti, eitt nú samanspæl, virðing o.s.fr.

Næsta stig á taktiska økinum er tað, sum hevur við spælfatan ella hondbóltsskil hjá tí einstaka at gera – evnini at lesa spælið. Hondbóltsforstáilsi hjá tí einstaka er tætt tengt at venjing, har spælarin í øllum hugsandi støðum skal velja frægastu loysnina. Einstaki spælarin skal koma í støður, har hann skal fata, meta, avgera og fremja avgerðina. Hvat ger spælarin fyri at fáa bóltin, hvat ger spælarin, tá hann fær bóltin, og hvat ger spælarin, tá mótparturin hevur bóltin.

Vit venja ikki taktiska venjing við smæstu aldursbólkunum, men í aldursbólkinum 8 ár læra vit børnini at spæla saman.

 

Aldursbólkarnir 10 og 12 ár
Her byrjar skipaða frálæran um taktiska venjing. Børnini skulu læra at plasera seg rætt á vøllinum í mun til, hvar tey spæla í álopinum og verjuni. Børnini fáa kunning um tær uppgávur, sum eru knýttar at ávísu plássunum, og tey sleppa at royna seg á ymsu plássunum, eisini sum málverjar.

Álop: Børnini læra um týdningin at brúka breiddina á vøllinum, og at allir álopsspælarar hótta ímóti málinum. Harnæst skulu ungu spælararnir í hesum aldursbólkum læra at skapa málmøguleikar fyri seg sjálvar og fyri viðspælarar.

Spælarar skulu læra grundregluna, at megnar ein spælari at vinna liðnum ein fyrimun ein ímóti einum, mugu viðspælarar vera klárir at gagnnýta støðuna. Álopsspælarar skulu royna at søkja at ímillum tveir verjuspælarar.

Álopsspælarin skal gerast tilvitaður um, at hann kann skapa pláss og møguleikar hjá viðspælarum, um hann fær tveir verjuspælarar at geva sær gætur. Hetta kann gerast við pressi, ið er samstarv ímillum tveir spælarar. Víðari menningin er press-spæl, har fleiri spælarar samstarva um at veita liðnum besta málmøguleikan.

Somuleiðis skal spælarin í hesum aldursbólki læra at flyta seg við og uttan bólt. Spælarin skal gerast tilvitaður um, at flytir hann seg skjótt í eitt annað øki, kann álopsliðið fáa ein fyrimun, tí eina løtu er ruðulleiki, áðrenn verjan hevur skipað seg aftur.

Í hesum aldursbólki skulu spælararnir byrja við metingarspæli, í fyrstuni tær mest einføldu støðurnar, har mótstøðan er avmarkað. Hesin venjingarháttur hevur avgerandi týdning, um vit ynskja at klekja skilagóðar spælarar, ið megna at taka rættar avgerðir. So hvørt sum teknisku førleikarnir loyva tí, verða metingarstøðurnar meira torgreiddar.

Verja: Børnini skulu læra at samstarva í verjupartinum. Børnini skulu hava kunning um offensiva verju og tær uppgávur, sum eru knýttar at hesum plássum. Í venjing skulu allir spælarar royna øll plássini íroknað málverjuplássið, sjálvandi í mun til støðið hjá tí einstaka.

 

Aldursbólkurin 14 ár
Bygt verður víðari á taktisku venjingina í aldursbólkunum 10 og 12 ár. Í álopinum kemur kross-spæl afturat press- og umskipanarspæli, so at álopsliðið hevur fleiri møguleikar, tá søkt verður at málinum.

Í verjuspælinum skulu spælararnir læra at samstarva í ymiskum verjuskipanum; so sum 3:2:1, 5:1 og 6:0.

 

Aldursbólkarnir 16 og 17 ár
Bygt verður víðari á taktisku venjingina í aldursbólkinum 14 ár.

Í álopinum kemur skreenings-spæl afturat kross-, press- og umskipanarspælinum, so at álopsliðið hevur fleiri møguleikar, tá søkt verður at málinum.

Møguleikarnir, nevndir omanfyri, verða eisini brúktir sum byrjan til skipað álopsspæl.

Í verjuni skulu spælararnir læra at samstarva í ymiskum verjuskipanum, har fokus er at bóltfanga, men eisini at steðga spælinum.

 

Aldursbólkurin 18 ár
Bygt verður víðari á taktiska lærdómin í undanfarna aldursbólki.

Press-, kross-, umskipanar- og skreeningsspæl verða brúkt sum byrjan til skipað álopsspæl.

Liðið skal læra um taktik, at fyrireika seg til dyst, at halda løgdu ætlanina, fremja taktiskar broytingar o.s.fr.

Í verjuni er fokus á at bóltfanga og at steðga áslopsspælinum í verjupartinum.