Kropslig upphiting

Eigur at innihalda ein almennan og so ein meira hondbólts eyðkendan part.

Tann almenni parturin skal innihalda:

● venjingar til stóru vøddabólkarnar
● venjingar, sum økja um blóðrenslið
● venjingar við ymiskum rørslum (koordinatión)
● venjingar við denti á at styrkja búk og rygg (yvirkroppin)

Tann hondbólts eyðkendi parturin skal innihalda:

● rørslur, sum eyðkenna hondbóltsspælið
● og rørslur til viðkvæmar vøddabólkar og lið, so sum akslar, knø og fótlið