Uppalandi upphiting

Tað er avgerandi, at spælararnir læra góðar venjingarvanar so tíðliga sum gjørligt.Við at uppraðfesta týdningin at hita upp og at skipa upphitingina, ber til at læra spælararnar at ansa eftir sær sjálvum. Spælararnir skulu eisini læra nøkur skaðafyribyrgjandi øvilsir, sum eru væl egnað í upphitingini.

Hevur venjarin fyrireikað eitt ávíst evni til venjingina, kunnu venjingar, ið hoyra saman við hesum, brúkast seinast í upphitingini, soleiðis at ein reyður tráður sæst ígjøgnum alla venjingina.