Lemjandi tap fyri Luksemborg

Hóast bjartar vónir, so gjørdist talan um eitt greitt tap fyri Luksemborg í fyrsta HM-undankappingardystinum á heimavølli í Høllini á Hálsi. Føroyar taptu 31-26, eftir 11-10 í hálvleikinum.

Mett var undan dystinum, at Føroyar hevði góðar møguleikar í hesum dystinum, men gestirnir setti tíðliga á dystin og megnaðu okkara ongantíð at finna røttu dystaruppskriftina.

Føroyar byrjaði dystin hampuliga væl og komu til góðar málmøguleikar, har ov nógvir tíverri vóru brendir. Málverjin hjá Luksemborg hevði fleiri framúr bjargingar, meðan okkara høvdu verri við at fáa fatur. Tað var ikki í verjuni, at tað var galið í fyrra hálvleiki, tá Luksemborg, bert fekk 11 mál. Hinvegin fingu okkara bert 10 í hinum endanum.

Dysturin var javnur nakað inn í seinna hálvleik, men vóru Luksemborg allatíðina frammafyri við einum ella tveimum málum. Um miðjan seinna hálvleik skrædnaði tó, og leiðslan øktist upp í 5 mál. Tað var hesa løtuna, at dysturin var taptur og megnaðu okkara ongantíð at svara aftur.

Á føroyska liðnum var mest eyðsýndi leikarin Hákun West á Teigum á høgra vongi, sum skjeyt 9 mál.

Í annaðkvøld kl. 19.30 møta Føroyar Italia, sum spældi ein rimmar dyst móti Lettlandi í dag, har teir hølvaðu teir av heili 36-23.

Málskjúttar:
Hákun West av Teigum 9
Sjúrður Olsen 5
Tróndur Mikkelsen 3
Vilhelm Poulsen 2 (1)
Helgi Hildarson Hoydal 1
Peter Krogh 1
Áki Egilsnes 1
Rói Berg Hansen 1
Teir Horn Rasmussen 1
Rókur Akralíð 1

Bjargingar:
Nicholas Satchwell 6/23
Pauli Jacobsen 4/18

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 4-4
15 min: 7-6
20 min: 7-8
25 min: 8-9
30 min 10-11
35 min: 13-14
40 min: 15-17
45 min: 16-21
50 min: 20-25
55 min: 23-28
60 min 26-31

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.