Linkaðar treytir fyri lesandi leikarar

Nú ungdómskappingingarnar og lægri deildirnar í Danmark hava ligið stillar í longri tíð, vegna korona, eru fleiri leikarar, sum eru lesandi í Danmark, komnir heim og hava skift aftur til føroysk feløg.

Óvist er nær og um donsku kappingarnar fara í gongd aftur og hevur Hondbóltssambandið fingið nógvar fyrispurningar um treytir viðvíkjandi skifti millum føroysk og donsk feløg. Vanliga skal ein amatør/lesandi leikari bíða 30 dagar frá seinasta dysti til leikarin kann umboða nýtt felag. DHF hevur nú boðað frá, at føroyskir leikarar einans skulu bíða 14 dagar, um teir skifta aftur frá føroyskum til donsk feløg.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.

HSF longt við U04-venjarar

23. november 2022

HSF hevur longt sáttmálarnar við verandi venjarar hjá U04-manslandsliðnum, Hjalta Mohr Jacobsen og Djóna Gaard Joensen.