Lionsbikarið 2019

Leygardagin 7. september verður Hoyvíkshøllin karmur um dystirnar um Lionsbikørini. Hetta er tað, sum fyrr varð rópt stórsteypadystir, har tey bestu farna kappingarár hjá kvinnum og monnum kappast um steyp.

Fyrri dysturin er klokkan 16 millum kvinnurnar hjá Kyndli og VÍF, ið vóru tey bæði liðini, sum seinasta kappingarár spældu bæði finaluna í steypakappingini og heilar tríggjar finalur um føroyameistaraheitið. Í báðum førum vann Kyndil.

Seinni dysturin verður kl. 18 millum mansliðini hjá H71 og Neistanum. H71 vann føroyameistaraheitið yvir 5 finalur móti júst Neistanum, meðan Neistin vann steypakappingina.

Hetta er sætta árið, at spælt verður um Lionsbikarið. Kyndilskvinnur vunnu í 2014 og í 2017, meðan VÍF-kvinnurnar vunnu steypið í fjør. Menninir hjá H71 hava spælt og vunnið seinastu tríggjar ferðirnar og eru nú við fyri fjórðu ferð, meðan Neistin vann bikarið í 2015 og er við fyri aðru ferð.

Vælgerandi samstarv
Lions Club Tórshavn skipar fyri dystunum í samstarvi við Hondbóltssambandið, og sum vanligt fer ágóðin av dystunum báðum til vælgerandi endamál. Vanliga er arbeiðsbýtið skipað soleiðis, at Hondbóltssambandið skipar fyri tí praktiska, ið hevur við sjálvan dystin at gera, og so tekur Lions Club Tórshavn sær av tí, sum er rundanum, so sum innkrevjing og annað.

Í ár hevur Lions Club gjørt av, at tað verður Felagið fyri lesi- og skriviveik, ið fær ágóðan av dystunum um Lionsbikørini, umframt ágóðan av stórsteypadystunum í fótbólti, sum verða í vár. Tað vil siga, at allur ágóðin frá teimum tilsamans fýra dystunum verður lagdur saman og handaður, tá ið allir dystirnir eru spældir. Upp á tann mátan fæst eisini ein munagóð upphædd, ið kann dugna felagnum betur.

Annars eru reglurnar fyri Lionsbikarið, at spælt verður um tað í tíggju ár, og so fær tað felagið, ið hevur vunnið oftast, bikarið til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi tíggu árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið.

Linkaðar treytir fyri lesandi leikarar

18. januar 2021

Nú ungdómskappingingarnar og lægri deildirnar í Danmark hava ligið stillar í longri tíð, vegna korona, eru fleiri leikarar, sum eru lesandi í Danmark, komnir heim og hava skift aftur til føroysk feløg.

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

14. januar 2021

Komandi vikuskiftið byrjar Faxe Kondi kappingin av álvara og kemur kappingin at vara heilt til vikuskiftið 20. – 21. februar, sum er stóra finaluvikuskiftið í Høllini á Hálsi.

Seinni landsdysturin eisini útsettur

6. januar 2021

Eftir ætlan skuldu Føroyar og Kekkia spæla seinna EM-undankappingardystin sínamillum komandi  leygardag í Pilzen í Kekkia. Hesin dysturin er nú eisini útsettur.