Lionsbikarið 2021

Stórsteypadystir í Høllini á Hálsi sunnudagin.

Á hvørjum ári fyri kappingarbyrjan eru dystirnir um Lionsbikarið,  har FM-vinnararnir og steypavinnararnir frá undanfarna kappingaári hjá monnum og kvinnum dystast. Hetta eru dystirnir, sum fyrr vóru róptir stórsteypadystir.

StÍF-kvinnurnar, sum vunnu føroyameistaraheitið fyri fyrstu ferð síðsta vetur, skulu í sínum stórsteypadysti møta H71-kvinnunum, sum annað árið á rað vunnu steypakappingina. Tann dysturin byrjar sunnudagin klokkan 14. Hjá monnum stendur stórsteypadysturin millum føroyameistararnar úr VÍF, sum nú eru uppi á 24 meistaraheitum, og steypavinnararnar úr H71, sum hava vunnið steypakappingina fýra av seks teimum síðstu ferðunum. Hesin dysturin byrjar sunnudagin klokkan 16.

Tað er Lions Club Tórshavn, sum skipar fyri dystunum í samstarvið við HSF. Peningurin fer til vælgerandi endamál. Í ár verður tað Epilepsifelag Føroya, ið fær ágóðan av dystunum um Lionsbikarið í hondbólti og stórsteypadystunum í fótbólti, ið verða spældir til várs. Eins og seinnu árini verður samlaði ágóðin frá øllum fýra dystunum latin. Letur tað seg ikki gera at koma í høllina stuðla, kann stroymast á hsf.live.fo og sigur FM1 eisini frá dystunum.

Reglurnar fyri Lionsbikarið eru, at spælt verður um bikørini í 10 ár, og tað felag, ið vinnur steypið oftast í hesum tíðarskeiði, fær tað til ognar. Stendur á jøvnum millum tvey ella fleiri feløg eftir hesi 10 árini, verður spælt, til eitt felag hevur vunnið oftari enn hini.

Vinnarar hjá monnum
2020 – H71
2019 – H71
2018 – H71
2017 – H71
2016 – H71
2015 – Neistin

Vinnarar hjá kvinnum
2020 – Kyndil
2019 – Kyndil
2018 – VÍF
2017 – Kyndil
2016 – Neistin
2015 – Neistin

Nú byrjar Faxe Kondi kappingin

18. januar 2022

Komandi 5 vikurnar fara menn og kvinnur at kappast í Faxe Kondi steypakappingini. Byrjað verður í kvøld í Klaksvík við dysti millum Team Klaksvík og Neistan.

Vunnu HM-undankappingarbólkin

17. januar 2022

Føroyar er víðari í HM-undankappingini hjá monnum eftir ein tryggan 26-19 sigur á Lettlandi.

Sigur á Italia eftir drama á Hálsi

16. januar 2022

Føroyar eru við í kappingini um víðari luttøku í HM-undankappingini eftir ein sera dramatiskan eitt-málssigur á Italia, 27-26.