Lív í bestu donsku hondbóltsdeildini

Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen úr Vestmanna fekk í gjárkvøldið debut í bestu donsku hondbóltsdeildini við liðnum Herning-Ikast.

Hon spældi 20 minuttir á høgra vongi og skeyt eitt mál. Herning-Ikast vann 29-18 á Ajax København.

– Eg væntaði ikki at fáa spælitíð í fyrsta dysti, so eg eri ógvuliga fegin um møguleikan, sigur vinstrahenti leikarin.

Lív er júst fylt 17 ár og gongur á hondbóltsakadaminum hjá Ikast. Hon flutti til Danmarkar í fjør at ganga á hondbóltsskúlanum og beit seg beinanvegin fasta á U16-liðið hjá felagnum. Hon og liðfelagarnir vóru eisini danmarkarmeistarar í fjør.

Hetta kappingarárið hevur hon eisini gjørt um seg á U18-liðnum.

Avrikini hava verið so góð, at hon er nú partur av ligaliðnum hjá Herning-Ikast.

Á liðnum eru fimm A-landsliðsleikarar, millum annað Sarah Iversen hjá Danmark og Helene Fauske hjá Norra.

– Eg var rættiliga nervøs, tá eg byrjaði at venja saman við teimum, tí fleiri teirra eru leikarar, sum eg síggi upp til, men eg bleiv ógvuliga væl móttikin, greiðir Lív frá.

Unga vestmannagentan hevur eitt greitt hondbóltsmál.

– Málið er at liva av hondbóltinum. Eg venji hart og miðvíst. Eg havi ment meg nógv hetta árið í Danmark og vónandi heldur menningin fram. Eg fari so í øllum førum at gera mítt ítarsta, sigur Lív.

Herning-Ikast hevur eftir sigurin í gjár 28 stig og liggur á einum fimta plássi, fýra stig frá annaðplássinum.

European Cup hondbóltur í Vestmanna

29. november 2023

Komandi vikuskiftið verða tveir spennandi European Cup dystir í Vestmanna, tá mansliðið hjá VÍF fær vitjan av SSV Brixen úr Italia.

Byggja víðari saman við Búsetri

27. november 2023

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur hava longt sponsorsamstarvið, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stuðlunum hjá HSF fram til 2026.

U20-kvinnur: Tepurt tap fyri vertunum

25. november 2023

Talan gjørdist eisini um tap í fjórða og seinasta HM-undankappingardystinum hjá føroysku U20-kvinnunum. Føroyar taptu 30-28 fyri vertunum úr Serbia, eftir at hálvleiksstøðan var 17-13 til Serbia.