Ólógligt spæliloyvi

5.1 Aganevndin hevur heimild til at áleggja bøtur fyri brot á reglugerðina.

5.2 Um eitt felag fremur brot á reglugerðina, kann Aganevndin døma viðkomandi lið at tapa dystin, ið brotið verður framt í. At lið verður dømt at tapa ein dyst merkir, at úrslitið og møgulig vunnin stig fella burtur. Mótstøðuliðið verður tá sett sum vinnari við málmuninum 10-0 og fær 2 stig.

5.3 Um ein ella fleiri leikarar spæla ólógliga sambært kappingarreglunum, tapir liðið dystin.

5.4 At brúka avsmittandi klistrievni á fingrar og bólt er loyvt í deildunum 14 ár og eldri. At hava klistrievni deponerað uppi á sær á likami ella útgerð inn á vøllin, er ikki loyvt. Brot verða alt fyri eitt revsað av dómarunum eftir ásetingunum um ósportsliga atferð og síðani av Aganevndini við bót eftir sektarreglugerðini.

5.5 Spælari ella ein á dystarfrágreiðingini noteraður liðhjálpari, sum sambært kappingarreglugerðini verður dømdur leikbann í ein ella fleiri leikdagar, má meðan leikbannið varir, hvørki nýtast sum spælari ella liðhjálpari, hjálpari við dómaraborðið ella dómari, uttan mun til, hvat misbrotið er fyri og í hvørjari funktión leikbannið er fingið. At brúka ein ella fleiri spælarar ella hjálparfólk í stríð við kappingarreglugerðina ella við galdandi ásetingar annars, t.d. ólógligan leikara, ólógligan leikara skrivaður við følskum navni, ólógligan hjálpara ella líknandi, kann hava við sær, at dystur verður dømdur taptur. Hetta tekur Aganevndin avgerð um. Harafturat kann felagið dømast sekt eftir sektarreglugerðini.

5.6 Um eitt felag í tveir spælidagar hevur nýtt spælarar ólógliga á sama liði, kann Aganevndin avgera at útihýsa liðinum úr kappingini.

5.14 Um ein dómari diskvalifiserar ein spælara fyri annað enn 3. útvísing, ella diskvalifiserar ein hjálpara, skal hann innan 24 tímar senda frágreiðing, ið einans kappingarleiðslan fær. Aganevndin tekur avger um allar frágreiðingar við atliti at møguligum leikbanni og/ella bót.

5.15 Spælari ella hjálpari, sum sambært innsendari frágreiðing hevur gjørt misbrot í ella eftir dystin, kann dømast leikbann. Eitt felag, hvørs leiðari er diskvalifiseraður ella sambært frágreiðing innsendari eftir dystin er sekur í grovum ósportligum atburði, kann sektast eftir sektarreglugerðini.

Í teimum førum, har hjálparar ella leiðarar verða dømdir bót og/ella leikbann, verður álagt felagnum at gjalda sektargjald, sí gjaldslistan. Tað sama er galdandi, um spælari, sum verður dømdur leikbann, hevur luttikið á ungdóms- ella hægri liði.