Leikbann

 

Spælarar, leiðarar og hjálparfólk, ið sambært fráboðan hava gjørt misbrot í sambandi við dyst, skulu sita næsta dyst yvir. Leikbann skulu altíð avgreiðast eftir niðanfyri standandi reglum:

 

Spælarar

Longri leikbann (fyrr burturvísing) verða avgreidd tann/teir næsta/u dystin/dystirnar, ið spælarin hevur leikrættindi. Spælarar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í lands- ella steypakappingini, skulu avgreiða leikbannið í fyrst komandi dysti, uttan mun til, um hann er lands- ella steypakappingardystur ella vanligur 1. deildardystur.

Leikbann kunnu aldri brúkast til at sita yvir frígerandi sambært stk. 4.5 og stk 4.6.

 

Hjálparar

Leikbann verða avgreidd fyrst komandi dyst/ir á tí liðnum, har leikbann varð fingið. Skiftir hjálparin felag áðrenn leikbannið er avgreitt, skal leikbanni avgreiðast í nýggja felagnum.
Hjálparar, ið eru dømdir leikbann í sambandi við landssteypadyst, skulu avgreiða leikbannið fyrst komandi dyst, uttan mun til um hesin er landssteypadystur ella vanligur landskappingardystur. Hjálparar, sum eru dømdir leikbann í sambandi við dyst í fremstu deild í verandi kapping, skulu avgreiða leikbann í fyrst komandi dysti í fremstu deild í verandi kapping. Leikbann kann sostatt ikki avgreiðast í

landssteypadysti.

Leikbannaður hjálpari hevur ikki loyvi at vera í sambandi við liðið, frá tí at dystur verður floytaður í gongd til dysturin verður floytaður av.

Um leikbann heilt ella partvis ikki er avgreitt í kappingarárinum, tað er dømt í, verður restin av leikbanninum flutt til næsta kappingarskeið ella eftir nærri ásetingum frá kappingarleiðsluni. Leikbann skal altíð avgreiðast frá og við fyrsta dysti, ið verður leiktur, eftir at skrivlig fráboðan um leikbann fyriliggur.