Mótmæli

5.17 Heldur liðskipari ella liðhjálpari, at dómarin ella eitt av hjálparfólkunum undir dysti hava nýtt leikreglur skeivt ella gjørt seg sekan í tænastumistaki ella skeivari viðferð og vil mótmæla tí, skal tað

gerast beint eftir, at skeivleikin, við at leikreglurnar eru nýttar skeivt, er staðfestur, ella møguliga mistakið er gjørt. Skrivarin skal samstundis skriva mótmælið í dystarfrágreiðingina (dómaraseðilin).

Fyri mótmæli, sum er givið til dómaraborðið undir dysti, verður felagið at gjalda depositum, víst verður til umsitingargjøld. Hetta gjald er fyri at leggja mótmæli, og verður hetta gjald ikki afturgoldið hóast mótmæli møguliga verður tikið aftur .

Umtalaða krav í 1. parti hevur við sær:
a) Er grundarlagið fyri mótmælinum kent, áðrenn leikur byrjar, skal liðleiðarin ella liðhjálparin mótmæla til dómararnar, áðrenn dysturin verður settur í gongd.

b) Mótmæli, orsakað av hendingum ella tørvandi/vantandi hendingum meðan leikur fer fram, skulu liðleiðari ella liðhjálpari leggja fyri skrivara/tíðtakara/eygleiðara beinleiðis í sambandi við hendingina. Frágreiðing um mótmælið skal tilskilast í dystarfrágreiðingina og skal fullfíggjað frágreiðing sendast til HSF. Síðani gevur skrivari/tíðtakari/eygleiðari beinanvegin dómarunum fráboðan um mótmælið, so skjótt sum bólturin er úti úr spælinum. Er spælið hereftir tikið uppaftur, hava partarnir góðtikið tað, sum er farið fram.

Heldur liðleiðarin ella ein liðhjálpari, at mótmælið ikki eigur at sleppast, skal hann gera tilmæli til leiðsluna í felagnum um tað. Vil hendan eisini fylgja mótmælinum upp, skal tað gerast skrivliga og í so mikið góðari tíð, at mótmælið er HSF í hendi í seinasta lagi 24 tímar eftir, at dysturin er leiktur saman við veð (depositum) sambært gjaldsyvirliti. Farið verður undir at viðgera mótmælið, tá veð er innkomið.

Mótmælið skal vera undirskrivað ella medundirskrivað av limi í leiðsluni í felagnum.

Mótmæli kunnu sendast, tá tað í mótmælinum framgongur, hvussu mótmælisgjaldið verður sent og at tað verður sent innan 24 tímar.

Mótmæli verður bert viðgjørt, tá tað í tekstinum framgongur nær og til hvønn mótmælt varð.

Videoupptøkur kunnu ikki takast við í mótmælisviðgerðir.

 

5.18 Hendir tað eftir ein dyst, at leiðslan í einum felag kemur eftir, at ein spælari er brúktur ólógliga í viðkomandi dysti, kann mótmælast móti ávísa spælaranum innan tíggju dagar eftir, at dysturin varð leiktur.

Mótmæli sum hesi eiga somuleiðis at sendast til Aganevndina saman við veð (depositum) sambært gjaldslista, sum verður afturgoldið, um mótmælið verður tikið til eftirtektar. Mótmælið verður viðgjørt, tá depositum er innkomið.

Mótmæli sum eru latin inn seinni enn tíggju dagar eftir, at dysturin er leiktur, frítekur ikki felagið fyri bót sambært áseting í stk. 5.2.