Uppmøting

5.7 Kemur eitt lið ikki til dyst og gevur ikki avboð, ella er liðið ikki til reiðar at spæla, t.v.s. hevur skift og minst 5 spælarar eru á vøllinum til ásettu tíðina, kann dysturin vera taptur hjá nevnda liði, tað avgerð Aganevndin, og felagið kann sektast við bót eftir sektarreglunum.

5.8 Kemur eitt lið ikki til dyst og hevur ikki fullgilda orsøk, (tað ger kappingarnevndin av) til ein av ásettu dystunum, kann tað ikki fáa pláss, ið hevur rætt til uppflyting.

5.9 Kemur eitt lið ikki til tveir ella fleiri av ásettu dystunum, og hevur ikki fullgildað orsøk (tað ger kappingarnevndin av), kann tað fara úr kappingini.

5.10 Eitt felag, ið uttan fullgildað orsøk, ikki kemur til ásettan kappingardyst ella aðrar dystir, sum felagið hevur pliktað seg til at vera við í, kann eftir avgerð hjá fyrisitingarligu leiðsluni í sambandinum við kærumøguleika til starvsnevnd HSF, áleggjast at lata hinum partinum endurgjald fyri allar skjalprógvaðar útreiðslur í sambandi við óleikta dystin, herundir eisini ferðaútreiðslur í sambandi við hin dystin millum liðini bæði, roknað eftir bíligasta ferðahátti. Endurgjaldskravið skal framsetast í seinata lagi 30 dagar eftir ásetta dystin.

5.11 Avboð til ásettar dystir skulu, um tey skulu roknast at vera rættstundis, vera send skrivliga í so mikið góðari tíð, at tey eru kappingarleiðsluni í hendi í seinasta lagi 7 dagar áðrenn dysturin er ásettur at vera. Avboð, sum kemur rættstundis frítekur felagið fyri sekt, men ásetingarnar í stk. 5.6, 5.7, 5.8 og 5.9 standa við.

5.12 Verður eitt lið tikið úr kappingini, skal felagið sektast eftir sektarreglunum.

5.13 Ein bót, ið eitt felag er dømt at gjalda eftir hesi reglugerð, skal vera goldin í seinasta lagi 8 dagar eftir krav. Um bøtur ikki eru goldnar tá kappingin byrjar aftur, hevur felag ikki rætt til luttøku í kappingini.