Aldursmark

Kappingar kunnu vera í hesum nevndu bólkum:

* Vaksin – spælarar skulu hava fylt 16 ár fyri 1. januar í kappingarárinum fyri at hava loyvi at spæla í fremstu kappingardeildunum. U16 dreingir kunnu eisini leika í 3. bestu deild og lægri deildum. U16 gentur kunnu eisini leika í 2. bestu deild og lægri deildum.

* Old girls og old boys eru vaksin, sum hava fylt 32 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.

* Veteranar eru vaksin, sum hava fylt 40 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.

* U18 eru spælarar, ið ikki hava fylt 19 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.

* U16 eru spælarar, ið ikki hava fylt 17 ár fyri 1. januar í kappingarárinum.

* U14 eru spælarar, sum ikki hava fylt 15 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 8. flokki ella lægri flokki.

* U12 eru spælarar, sum ikki hava fylt 13 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 6. flokki ella lægri flokki.

* U10 eru spælarar, sum ikki hava fylt 11 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 4. flokki ella lægri flokki.

* U8 eru spælarar, sum ikki hava fylt 9 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivaði at ganga í 2. flokki ella lægri flokki.

Fyri nevndu bólkar, U8 undantikið, er galdandi, at spælari bert kann spæla á liði, sum er av sama kyni sum spælarin sjálvur. Kappingarnevndin kann í serligum førðum gera undantaksloyvi til regluna.