Stigaskipanin

6.6 Verður spælt eftir stigskipan, gevur vunnin dystur 2 stig, javnur dystur 1 stig og taptur dystur 0 stig.

 

6.7 Liðið, sum fær flest stig, er nr. 1, og hini liðini verða nr 2, 3, 4, o.s.fr. alt eftir, hvussu nógv stig eru fingin.

 

6.8 Standa fleiri lið jøvn í stigum, tá kappingin er av, verður raðfylgjan avgjørd soleiðis:

1) Flest vunnin stig í sínamillum dystum
2) Málmunur í sínamillum dystum
3) Flest skotin mál í sínamillum dystum
4) Málmunurin grundaður á alla í kappingina. Hendan reglan er ikki galdandi fyri ungdómsdeildirnar
5) Flest skotin mál í allari kappingini. Hendan reglan er ikki galdandi fyri ungdómsdeildirnar.
6) Umdystur
7) Fyriskipaður umdystur millum tvey feløg, sum endaliga avger pláss í raðfylgju skal, tá hann ikki verður avgjørdur, leingjast eftir reglunum í stk. 6.13, til endaligur vinnari er funnin.

Um raðfylgjan ikki er endaliga staðfest eftir pkt. 2, verða hini liðini sáldaði frá, og útrokningin heldur áfram eftir pkt. 3 o.s.fr.

Eitt lið, sum ikki hevur møtt til allar sína ásettu dystir, ella lið, sum hevur nýtt ólógligar leikara/r í einum ella fleiri dystum og hareftir dømt at tapa dystin/ar, verður raðfest undir einum liði, sum hevur avgreitt allar sínar dystir lógliga, og harvið sæð burtur frá innanhýsis stigum, málmuni ella flest skotnum málum

Fyriskipaður umdystur millum tvey lið til at avgera endaliga raðfylgju skal, um dysturin endar javnur, leingjast eftir reglunum í 6.13 til ein endaligur vinnari er funnin.

 

6.9 Fyri at brúka málmunin og flest skotin mál til at gera av pláss í raðfylgju eru hesar treytir galdandi:

1) Eitt lið, ið ikki er møtt til allar sínar ásettu dystir, ella lið, ið hevur leikt ein ella fleiri dystir við ólógligum spælarum og hereftir er dømt at tapa dystin/dystirnar, fær pláss niðan fyri eitt lið, sum hevur spælt sínar ásettu dystir lógliga, uttan mun til málmun ella flest skotin mál.

2) Eitt lið, ið hevur fingið stig í einum dysti, tí mótstandarin hevur brotið lógir og reglugerðir ella hevur meldað lógligt avboð, fær ikki nakað skotið mál roknað fyri avvarandi dyst. Um hetta fær týdning fyri pláss í raðfylgjuni, detta skotin mál hjá øðrum liðum móti sama mótstandara burtur, tá roknað verða málmunur ella flest skotin mál.

3) Pláss í raðfylgjuni millum tvey ella fleiri lið jøvn í stigum í førum, har hesi hava brotið lógir og reglugerðir, verða avgjørd við innanhýsis dysti/dystum.

 

6.10 Um eitt lið fer úr eini kapping, verður ongin av leiktu dystunum hjá viðkomandi liði taldur við í stigum ella málmuni.

 

6.11 Onki felag kann í sama kappingarári flyta upp í deild, har felagið hevur lið, ið flyta niður.

 

6.12 Um eitt lið, ið eftir galdandi reglum ikki hevur rætt til uppflyting, plaserar seg á einum plássi, ið gevur rætt til uppflytingar, ella pláss, ið gevur rætt at spæla uppflytingardyst, skal liðið, sum hevur besta pláss aftaná og lýkur treytirnar, koma í staðin. Sama mannagongd verður nýtt í førum, har eitt lið eftir lokna kapping missir rættin at verða verandi í deildini.

 

6.13 Um ein dystur endaður við javnleiki, skal leingjast, so nýggjur vinnari kann finnast, skal eftir ein steðg vera lutakast um vallarhálvu og hvør gevur bóltin upp.

Dystir, ið eru í minsta lagi 2×20 min, halda steðg í 5 min., og umdysturin er 2×5 min. langur við steðgi í 1 min. millum hálvleikirnar.

Í hinum dystunum er steðgurin 3 min., og umdysturin 2×3 min. við steðgi í 1 min. millum hálvleikirnar.

Endar longdi dysturin við javnleiki, verður dysturin eftir ein steðg í somu longd, longdur eftir somu leiðreglum.

Endar hesin annar longdi dysturin við javnleiki, verður hildið fram, nú við brotskøstum sambært stk. 6.14

6.14 Um ein dystur, ið antin eftir vanliga leiktíð ella eftir longda leiktíð so ofta sum fyriskrivað í kappingartreytunum framvegis stendur á jøvnum, skal hann avgerast endaliga við brotskøstum. Niðanfyri standandi leiðreglur eru galdandi fyri brotskastkappingina:

a) Undan brotskastkappingini útnevnir tann, sum hevur liðábyrgd á hvørjum liði skrivliga við at geva upp ryggnummar, fimm spælarar, ið skulu hava leikrættindi, tá dysturin, sum liggur frammanfyri endar. Útnevndu spælararnir skjóta, skiftandi millum liðini, eitt brotskast hvør. Á hvørjum einstøkum liði er raðfylgjan á teimum, ið skjóta, óviðkomandi.

b) Málmenninir, ið brúktir verða, kunnu veljast frítt og skiftast út eftir vild. Málmenn kunnu skjóta og skjúttar kunnu vera málmenn.

c) Dómararnir gera av, hvat mál skjótast skal í. Tað liðið, sum leggur fyri, verður funnið við lutakasti.

d) Um so er, at ongin avgerð er fallin, tá hvørt liðið hevur skotið fimm skot, verður hildið fram við fleiri brotskøstum, og fimm spælarar í hvørjum liði verða aftur valdir at skjóta, antin við somu spælarum ella við at skifta út frá einum til allar fimm spælarar í mun til fyrra listan. Nú er tað hitt liðið, sum skjýtur fyrst, og hildið verður fram, til ein avgerð fyriliggur. Komið er til eina avgerð, tá bæði lið hava skotið eins nógv skot og málmunur fyriliggur millum liðini. Um so er, at framvegis ongin avgerð er funnin eftir tey fimm køstini, verður hildið fram á sama hátt, til ein avgerð er funnin. Fyri hvørji fimm skot, kunnu skjúttarnir býtast um eftir fráboðan til dómaran.

e) Útvístir, leikbannaðir og burturvístir spælarar kunnu ikki luttaka í brotskastkapping.

f) Munandi misbrot undir brotskastkappingini skulu í øllum førum sektast við leikbanni. Við leikbanni ella um spælari verður skaddur, skal annar við leikrættindum útnevnast í staðin.

g) Meðan einstaka brotskastið verður skotið, má ongin uttan skjúttin, tann til skotið útnevndi málmaðurin og dómararnir báðir vera á vallarhálvuni, har brotskøstini skulu skjótast.

 

6.15 Um reglurnar fyri eina kapping fyriskipar, at tvey lið skulu møtast til avgerð í tveimum dystum við cup-skipan, er hetta galdandi:

a) Liðið, sum eftir tveir dystir hevur flest vunning stig
b) Liðið, sum hevur besta málmunin eftir tveir dystir
c) Liðið, sum hevur skotið flest mál á útivølli
d) Brotskøst eftir reglunum í 6.14