Treytir um dómarar

 

7.1 Dómarar verða býttir upp í A og B bólkar.

7.2 Øll feløg, sum eru umboðaði í bestu deildini, skulu tilmelda minst eitt dómarapar, ið skal lúka treytirnar, ið settar eru til B-dómarar og sum skulu vera tøkir at døma alt kappingarárið. Felag, sum ikki fylgir hesum, verður sektað við bót á kr. 10.000.

7.3 B-dómarar eru tilmeldaðir av feløgunum, tá kappingin byrjar og kunnu framhaldandi vera limir og virknir í sínum felagi. B-dómarar kunnu døma í fremstu deild, 1. deild, 2. deild og unglingadeildini. Uppgávurnar verða ásettar við landafrøðiligum atliti. t. d. Suður, – Mið, – Vestur, – og Eysturøki. B- dómarar skulu, sum eitt krav, hava grundskeið í døming. Dómaranevndin og HSF ráðgeva og standa fyri hesum skeiðum.

7.4 Ásetingarmyndugleikan at seta dómarar hevur dómaranevndin, sum skal tilnevna ein ábyrgdarpersón at umsita dómaraásetingina, sum fevnir um 1. deild menn og kvinnur. Ásetingarmyndugleikin kann seta B-dómarar at døma í fremstu kvinnu- og mansdeildini.

7.5 Dómaranevndin skipar fyri eygleiðingum av B-dómarum og skipar undan kappingini, saman við HSF, fyri grundskeið í døming fyri B-dómarum.