Krøv til dystarlið


Serlig krøv til bæði liðini, sum leika dyst

4.1 Bæði feløg skulu í seinasta lagi 20 minuttir undan
dystinum fylla út og undirskriva dómaraseðil og lata tíðtakaraborðinum hann.

4.2 Eftir leiklok verður dómaraseðil latin dómarunum,
sum undirskriva hana, síðan sendir felagið, ið skipar fyri, hann til HSF.

4.3 Leikarar, ið eru skrivaðir á dystarfrágreiðingina, men ikki
hava spælt í dystinum, kunnu beint eftir dystin strikast við at strika yvir navnið.
Skal leikari strikast, skal skrivarin til dystin biðjast um tað.
Fortreytin fyri at strika leikara er, at tað verður gjørt á øll eintøk av dystarfrágreiðingini, og at dómararnir góðtaka tað.

4.4 Í seinasta lagi 20 minuttir áðrenn dysturin byrjar, skulu liðini vísa dómarunum leikbúnan.

4.5 Bæði lið og dómarar hava skyldu at vera til reiðar fimm minuttir, áðrenn dystarbyrjan.

4.6 Liðini hava rætt at bera lýsingar í dystunum treytað av, at reglurnar í serligu ”Reglugerð fyri lýsingar á ítróttar- og venjingarklæðum og tilhoyri”.

§ 5
Serlig krøv til feløg, ið skipa fyri.

5.0 Tað í kappingarskipanini fyrr nevnda felagið,
skipar fyri dystinum.

5.1 Í landskappingini og í landskappingini fyri unglingar og dreingir 16 spælir heimaliðið altíð í sínum alment fráboðaða leikbúna sí. Kappingarreglugerð stk. 7.4.

5.2 Felagið, ið skipar fyri skal hava tíðtakara og skrivara tøkar, um HSF ikki frammanundan hevur útnevnt teir.

5.3 Fyriskipandi feløg í hondbóltskappingini 1. deild skulu harafturat hava tvey fólk tøk at turka upp av gólvinum eftir ávísing frá dómaranum.
Fyri 2. og 3. deild er galdandi, at tað er ábyrgd hjá fyriskipandi liðnum at tryggja, at neyðug amboð at turka gólvið við eru tøk í høllini.
Felagið, ið skipar fyri dysti, hevur skyldu til beinanvegin,
og í seinasta lagi eitt korter eftir, at viðkomandi dystur er lokin, at ringja úrslitið inn.
Liðið, ið skipar fyri, skal vera til reiðar at taka ímóti
gestaliðnum og dómarunum ein tíma áðrenn dysturin alment byrjar.

5.6 Er ikki tíð sett av at hita upp á leikstaðnum undan dystinum, má gestaliðið fáa ávíst upphitingarmøguleikar aðrastaðni minst hálvan tíma, áðrenn dysturin byrjar.

5.7 Í seinasta lagi 20 minuttir áðrenn dystarbyrjan skulu tíðtakari og skrivari kunna leggja útfylta dystarfrágreiðing fyri dómararnar undirskrivaða av ábyrgdarhavandi fyri bæði lið.

5.8 Í seinasta lagi 20 minuttir áðrenn dystur byrjar, skal fyriskiparin hava tveir góðar bóltar sambært fyriskipan, til dómararnar, sum velja dystarbóltin.

5.9 Frásøgufólk eftir tørvi.

a) Fyrst verða leikararnir á gestaliðnum nevndir við navni.

b) Frásøgufólkið til dystin hevur undir dystinum fyrst og
fremst til uppgávu at siga frá máli, málskjútta og støðu.
Øll frásøgn skal virða vanligt fair play fyri bæði lið og øll
hjálparfólk.

c) Loyvt er at kunngera sponsorar og at spæla tónleik.

Bæði feløg skulu hava somu møguleikar, men gestafelagið
kann tó einans krevja sponsor kunngjørdan og tónleik spældan, um heimaliðið nýtir henda møguleika.

d) Tónleikur og/ella sponsornavn/nøvn skulu vera endað,
áðrenn dystarbyrjan ella áðrenn spælið verður tikið uppaftur eftir time-outs.
Fyriskiparin hevur skyldu at tryggja, at liðini hava sama
møguleika at brúka tey rættindi, sum ”Reglugerð um útskiftingarøkið” gevur teimum.

Áskoðarar

a) Fyriskiparin hevur skyldu at hava hóskandi eftirlit við,
hvussu áskoðararnir bera seg at, men reelt rásarúm fyri,
hvussu áskoðararnir spenna seg út t. d. við tónleikaljóðførum.

b) At brúka kompressarahorn og floytur er ikki loyvt.

c) Dómararnir til dystin hava rætt at bróta dystin av og krevja
áskoðarar burturvístar fyri serliga grovan atburð.

Kappingarnevndin kann døma eitt felag at gjalda bót eftir
sektarreglugerð fyri ikki at røkja skyldurnar í sambandi við fyriskipan nøktandi.
Í serliga grovum førum ella um dømi eru um endurtøku,
kann talan vera um, at felag missir heimavøll ein ella fleiri dystir, ávikavist at álagt verður at leika ein ella fleiri dystir við ongum áskoðarum (uttan fíggjarligt endurgjald.)
Er dómaramenningarfólk sett til dystin, skal sitipláss við góðum yvirliti vera tryggjað honum/henni.

§ 6 Serlig krøv til ferðandi felagið

6.1 Ferðandi felagið skal leggja ferðina til rættis, so liðið er frammi í seinasta lagi 1 tíma, áðrenn dysturin byrjar.

6.2 So skjótt eitt felag ella liðið hjá hesum veit um seinkingar, skulu ferðaætlanirnar broytast so væl sum gjørligt, og fyriskipandi liðið skal hava boð um tað.

Síðani skal avvarðandi felag senda fyrisitingarliga sambandinum frágreiðing um tað.
Sí ásetingar í kappingarreglugerðini (stk 5.10) um so er, at liðnum ikki ber til at náa fram til dystin, ið talan er um.

6.3 Ferðandi felagið skal í seinasta lagi fimm dagar undan dystinum siga fyriskiparanum, hvussu liðið er samansett ella hvussu ein bindandi bruttohópur upp í uml. 16 leikarar sær út.

6.5 Ferðandi felagið skal til dystir í landskappingini fyri vaksin hava tvey heilt ymisk sett av leikklæðum, har høvuðsliturin á vanligu leikklæðunum ikki má vera á skiftitroyggjunum.