Spælari á fleiri liðum

4.1 Fyri at kunna luttaka í dystum fyri eitt felag, má spælarin hava spæliloyvi sambært reglunum í grein 4 og stk. 1.4.

4.2 Í kapping fyri vaksin í ovastu deildini kann eitt felag bert hava eitt lið.

4.3 Kappingarnevndin ásetur nærri reglur fyri kappingarnar í yngru deildinum. Hesar kappingarreglur, sum kunnu víkja frá hesum kappingarreglum, skulu lýsast av HSF í seinasta lagi ein mánaða áðrenn kappingarbyrjan.

4.4 Tá ið felag hevur fleiri lið í somu deild, er loyvt at flyta spælarar frá øðrum liðnum til hitt eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri at flyta spælara frá hægri til lægri deild, smb stk. 4.6 og stk. 4.7. Undantikin er tó innanhýsis dystur millum liðini, ið ikki kann roknast sum umlopin dystur í sama leikumfari, smb. stk. 4.6.

4.5 Tá ið felag hevur fleiri lið í somu kapping, kunnu í fyrsta frásagnarskylduga dystinum hjá einum liði bert nýtast spælarar, sum í somu kapping ikki hava spælt á nøkrum øðrum liði, smb. stk. 4.8.

4.6 Ein spælari kann flyta frá hægri til lægri deild, um tað liðið, hann var á, spælir frásagnarskyldugan dyst í sama leikumfari, ella áðrenn hevur spælt í minsta lagi ein dyst, har hann ikki var við, smb. stk. 4.8. Eitt leikumfar er tveir fylgjandi dagar.

4.7 Spælari kann í mesta lagi rykkja eitt lið niður í senn, t.d. úr liði í fyrstu deild niður í lið í aðru deild, úr liði í aðru deild niður í lið í triðu deild o.s.fr. Kappingarnevndin kann loyva fráviki.

4.8 Ein spælari, sum hevur spælt 2/3 av samlaðu landskappingardystunum hjá einum liði, kann ikki í somu kapping spæla á einum lægri liði. Um ein spælari hevur spælt á fleiri hægri liðum, skulu 2/3 takast av miðaltalinum av samlaðu landskappingardystunum hjá hesum liðunum. Ein spælari við unglingaaldri, sum hevur spælt í minsta lagi 2/3 av settu landskappingardystunum í unglingadeildini, kann ikki í somu kapping spæla lægri enn á 3. liði hjá felagnum.

4.9 Spælari, ið er bundin at einum liði í 2/3 av teimum fyri eitt lið ásettu kappingardystum, kann ikki í somu kapping luttaka á lægri liði. At vera bundin at einum liði merkir í hesum samanhangi, at spælarin antin hevur verið skrivaður á dómaraseðil – uttan at vera strikaður eftir dystin – ella at spælarin í viðkomandi dysti ikki er við vegna leikbann. Um spælari hevur luttikið á fleiri hægri liðum, roknast teir 2/3 av miðaltalinum av ásettum dystum hjá hesum liðum. Er talan um skifti millum feløg, telja ásettir dystir fyri fyrra felagið ikki við í 2/3 regluni.

Í deildum við dupult x dupult kapping ikki eftir 14 leikumfør.
Í deildum við 11 liðum við dupultkapping ikki eftir 14 leikumfør. Í deildum við 10 liðum við dupultkapping ikki eftir 12 leikumfør. Í deildum við 6 liðum og dupultkapping ikki eftir 7 leikumfør.

4.10 Ein spælari kann ikki í sama leikumfari spæla á fleiri liðum. Undantikið tó U-spælarar, sum óansæð reglunum í stk. 4.5 og stk. 4.6 hava loyvið at spæla á einum av vaksnamannaliðunum hjá sínum felagi eisini sama leikumfar, sum teir spæla dyst í unglingadeildini, smb. stk. 4.6.

Í sambandinum millum unglingalið og eitt slíkt vaksnamannalið eru reglurnar í stk. 4.4, 4.6 og 4.7 ikki galdandi. Men hesar reglur eru tó galdandi fyri unglingaspælarar, sum spæla á ymiskum unglingaliðum fyri seg og ymiskum vaksnamannaliðum fyri seg.

4.11 Somu serreglur, nevndar í stk. 4.8, sum eru galdandi U18, eru eisini galdandi fyri U18 gentur.

4.12 Ein settur, men ikki spældur dystur, hvørki loysir ella bindur ein spælara.

4.13 Um annað liðið ikki møtir til ein dyst, og hitt møtta liðið av teirri grund verður vinnari, verður dysturin roknaður sum spældur. Ein dystur, sum ikki verður liðugt spældur, verður eisini roknaður sum spældur, um annað liðið verður sett sum vinnari. Ein settur, og við fráfaringartíðina ikki avlýstur dystur, og ein dystur, sum ikki verður liðugt leiktur og ikki hevur nakran vinnara, kann aldrin gera ein spælara á lægri liði ólógligan, um hann sama dag spælir á lægra liðnum.

4.14 Uppmøtt lið skal altíð fylla út dómaraseðil undan dystinum, uttan mun til um mótstøðuliðið møtir upp ella ikki. Verður dysturin ikki leiktur ella ikki liðugt leiktur, men roknaður sum at annað liðið hevur vunnið, eru nevndu spælararnir bundnir at dystinum. Verður dysturin settur av nýggjum, er ongin av nevndu leikarum bundin at ógilda dystinum. Fær eitt felag fráboðan um, at ein komandi dystur ikki verður leiktur, skal tað senda liðuppstilling til kappingarleiðsluna, so tað kann váttast, at liðið hevur vunnið dystin. Nevndu spælararnir eru bundnir at dystinum, sum var hann leiktur. Felag, sum av flutningsávum ikki nær fram til ásettan dyst, skal uttan drál boða HSF frá hesum.

4.15 Verður eitt lið tikið úr kappingini í kappingarskeiðnum, hava spælararnir, sum høvdu leikrættindi á úrtikna liðnum, rætt at leika á einum av hinum liðunum í felagnum, so skjótt sum skrivlig fráboðan er komin um, at tað er góðtikið, at liðið er tikið úr kappingini, smb. stk. 4.7.

4.16 Tekur eitt felag eitt av sínum liðum úr kappingini undan ella í kappingarskeiðnum, kunnu lægri lið í felagnum í sama kappingarbólki ikki flyta upp í hægri kappingardeild ella luttaka í uppflytingardystum til sama, eftir at kappingin er av. Í teimum førum, har kappingarnevndin útihýsir einum liði við støði í ásetingunum í stk. 5.3 ella stk. 5.6, er liðið niðanfyri í sama kappingarbólki forðað at flyta upp eftir somu leiðreglum. Kappingarnevndin kann tó geva undantøk frá hesum.

4.17 Flyting av dystum er bert loyvd við force majeure. Flyting av dystum skal altíð umvegis HSF og nýggjur leikdagur skal ásetast innan tveir dagar. Hetta er galdandi fyri allar deildir.

4.18 Møtir lið ikki upp til dyst, verður sektað við bót á kr. 1000,- pr. dyst. Møtir lið ikki upp til dyst í Suðuroy verður tað sektað við bót á kr. 3000.