Skiftið frá og til útlendskt felag

Skiftið frá útlendskum felagi

3.10 Við skifti frá útlendskum felagi undir útlendskum sambandið ella fyri leikarar við útlendskum heimarætti, skal umsókn um spæliloyvið sendast til HSF. Umsóknin skal útfyllast á oyðublað, sum fæst umvegis HSF.

3.11 HSF heintar spæliloyvið í trá við altjóða reglarnar hjá IHF/EHF. Leikarin verður hereftir skrásettur hjá HSF, hareftir HSF endaliga gevur kappingarloyvi.
Umsitingargjald til leysgevandi samband og IHF/EHF verður at gjalda umvegis HSF. Spæliloyvið kan í fyrsta lagi fáast til ein frásagnarskyldugan dyst eftir 30 daga karenstíð frá seinast leikta dysti í útlendska felagnum, treytað av at HSF frammanundan hevur móttikið altjóða spæliloyvið frá leysgevandi sambandi og EHF/IHF.

Skiftið til útlendskt felag
3.12 Leikarar við føroyskum heimarætti, ið ynskja at leika fyri útlendskt felag, ella leikarar, sum seinast hava leikt fyri eitt føroyskt felag, fáa loyvi at leika fyri útlendskt felag við at spæliloyvið verður flutt til

sambandið, sum útlendska felagið hoyrir til. Umsókn um hetta skal setast saman av leikaranum, útlendska felagnum og útlendska sambandinum. Leikarin skal hava hildið sínar skyldur yvir leysgevandi felagi á sama hátt sum við skifti til eitt føroyskt felag. Tílíkt skifti verður framt í trá við reglurnar hjá IHF/EHF.