Spælaraloyvi

Leikarar við føroyskum heimarætti

3.1 Einhvør leikari, ið hevur verið limur í einum felag, og sum innan fyri seinastu 24 mánaðirnar ikki hevur luttikið í nøkrum frásagnarskyldugum dysti fyri annað felag, hevur beinleiðis leikrættindi í avvarandi felag.

Felagið skal, við samtykki leikarans, skráseta leikaraloyvi í skrásetingarskipan hjá ÍSF.

3.2 Fyri leikarar, ið hava fylt 18 ár, og sáttmálaviðurskifti eru gjørd fyri teir, og altjóða reglur fyri sáttmálaviðurskifti í hondbólti eru hildnar, ganga tær í sáttmálanum gjørdu treytirnar fram um reglurnar í hesi reglugerð stk. 3.3.

3.3 Undantikið spælarar, ið hava gjørt sáttmála, sum er í gildi ella framtíðar sáttmála, ella seinast hava leikt fyri útlendskt felag, kann einhvør leikari, sum hevur luttikið í einum til HSF frásagnarskyldugum dysti fyri annað felag innan fyri seinastu 24 mánaðirnar, fáa rætt til at leika í øðrum føroyskum felag eftir 30 daga karenstíð frá seinasta frásagnarskylduga dysti í undanfarna felag, sí tó Kappingartreytir fyri kappingar hjá HSF stk 3.1.

Tílíkt skifti kann í mesta lagi gerast tvær ferðir í einum tíðarskeiði frá 1. juli til 30. juni árið eftir.

Leikarar, ið ikki hava føroyskan heimarætt.

3.4 Einhvør spælari, ið ikki hevur føroyskan heimarætt, og seinast hevur luttikið fyri eitt føroyskt felag, fær viðferð eftir somu leiðreglum, uttan so, at serligar reglur framganga av spæliloyvinum.

Vanligar reglur

3.5 Feløg hava skyldu til, eftir umbøn frá øðrum felag við tilknýti til HSF, ella frá HSF sjálvum, at skriva spæliloyvi við fríandi virknaði til tann av nevndu pørtum, sum biður um tað. Hevur leikari okkurt útistandandi við felagið, hann fer frá, verður hetta viðmerkt á spæliloyvið tilskilað, hvørji viðurskifti ikki eru í lagi. Soleiðis tilskilað limagjaldseftirstøða kann tó aldri fara upp um 12 mánaða limagjald. Leikari má aldri nýtast, fyrr enn móttøkufelagið hevur leikarans spæliloyvi og hevur móttøkufelagið sjálvt treytaleysa skyldu til at tryggja sær, at leikarin hevur leikrættindi fyri felagið.

3.6 Hevur eitt felag ikki í seinasta lagi vikudagin eftir áheitan um tað, fingið frígevandi loyvið, kann fráboðan um tað sendast til HSF, sum skrivar nýtt spæliloyvi, og leikarin hevur rætt at leika 30 dagar eftir seinast leikta dyst, (samanber stk. 3.3.)

3.7 Spæliloyvi skulu vera skrásett í navni felagsins í skrásetingarskipan hjá ÍSF, sum HSF hevur atgongd til.

3.8 Hevur HSF dømt leikbann, ið á umsóknardegnum enn ikki er endaliga avgreitt, skal tað viðmerkjast tá spæliloyvið verður flutt. Ein leikbannaður spælari kann ikki spæla frásagnarskyldugan dyst fyrr enn leikbanni er avgreitt í nýggjum felagi. Nýggja felagi hevur ábyrgd av, at leikbannaður spælari ikki spælir fyrr enn persónliga leikabannið er sitið. Tíðarásett leikbann verða løgd afturat karenstíðini fyri flyting úr einum felag til annað.

3.9 Eftir 31. januar verður onki nýtt spæliloyvi útvegað til kappingin endar. Hetta er galdandi fyri allar deildir. Undir serligum umstøðum kann kappingarnevndin geva undantaksloyvi.