Undantaksloyvi

Reglurnar fyri kappingarbólkar og aldursmørk standa í kappingarreglunum greinar 2.1 – 2.13

Kappingarnevndin hevur, sambært kappingarreglu 2.13, heimild til at gera undantøk frá aldursmørkunum um ítróttaligar ella menniskjansligar orsøkir tala fyri hesum. Umsóknir um undantaksloyvi skulu altíð verða innsendar av nevndarlimi í avvarðandi felagi.

Tað kostar 500 kr. av søkja um undantaksloyvi til ov ungar leikarar, at spæla í bestu deildini og skal hetta flytast á konto 9181 1230931. Váttan fyri gjaldið skal sendast saman við umsóknini til hsf@hsf.fo, hareftir kappingarnevndin viðger umsóknina.

Umsóknin skal greiða frá og grundgeva fyri, hví undantaksloyvi skal gevast. Hetta kann m.a. vera førleikar hjá leikara, geografisk fjarstøða ella onnur serliga støða hjá einum leikara ella felagi.

Oyðiblað – Umsókn um undantaksloyvi til fremstu deild
Oyðiblað – Onnur undantaksloyvi