Lutakast til EM-undankappingina hjá kvinnum

Í morgin, mikudagin 17. mars, verður lutakastið til EM-undankappingina hjá A-kvinnum.

Talan er um undan-undankapping, sum verður leikt á sama staði í viku 22, um mánaðarskiftið mai-juni. Lutakastið verður á EHF-høvuðsætinum í Wien kl. 10.00, føroyska tíð, og verður stroymt á facebook- og youtube-síðuni hjá EHF.

Liðini eru styrkismett í 4 løg, har Føroyar er styrkismett ovast. Leikt verður í trimum bólkum, har vinnarin í hvørjum bólki kemur víðari til undankappingina, har hægri styrkismettu liðini bíða. Lutakast verður eisini um, hvør skal hýsa hvørjum bólkaspælið.

Pottur 1: Føroyar, Portugal, Grikkaland
Pottur 2: Italia, Kosovo, Ísrael
Pottur 3: Finnland, Luksemborg, Bosnia Hersegovina
Pottur 4: Kýpros, Lettland

A-landsliðið hjá monnum úttikið

19. apríl 2024

Hesir 16 skulu møta Norðurmakedonia og spæla um eitt pláss í HM-endaspælinum.

Danmark, Sveis, Kroatia og FØROYAR

18. apríl 2024

Basel í Sveis verður heimstaðurin hjá føroyingum til EM-endaspælið hjá kvinnum í november/desember. Føroyar komu í bólk D saman við grannum okkara úr Danmark, vertunum Sveis og Kroatia.

EM lutakast hósdagin

17. apríl 2024

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.