Lutakast til European Open 2022

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 4. til 9. juli í Gøteborg.

17 lið luttaka í kappingini og verður leikt verður í 4 bólkum við 4 liðum í trimum teirra og 5 í einum. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur 1: Rumenia, Frakland, Slovenia, Estland, Lettland
Bólkur 2: Montenegro, Svøríki, Holland, Føroyar
Bólkur 3: Noreg, Portugal, Ísland, Pólland
Bólkur 4: Sveis, Kekkia, Spania, Finnland

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við. Liðini nr. 1, 2 og 3 koma víðari til A-endaspælið og spæla um plássini 1-12, meðan liðini sum enda nr. 4 og 5 spæla B-endaspæl um plássini 13-17.

U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

20. mai 2022

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

Landsliðsvirksemi í summar

19. mai 2022

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Aðalfundur 2022

18. mai 2022

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður mikudagin 15. juni klokkan 18.30 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.