Lutakast til European Open

Lutakast til European Open hevur verið, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 29. juni til 3. juli.

Leikt verður í 4 bólkum við 6 liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

Bólkur 1: Svøríki, Kroatia, Holland, Slovakia, Litava, Estland
Bólkur 2: Ungarn, Noreg, Portugal, Sveis, Føroyar, Finnland
Bólkur 3: Danmark, Montenegro, Spania, Ísland, Hvítarussland, Georgia
Bólkur 4: Frakland, Russland, Rumenia, Kekkia, Serbia, Pólland

Talan er um eina sera sterka kapping, har flestu av stóru tjóðunum eru við. Liðini sum Føroyar komu í  bólk saman við eru styrkismett soleiðis í kappingini: Ungarn er styrkismett, sum nr. 1, Noreg nr. 6, Portugal nr. 10, Sveis nr. 18 og Finnland nr. 23. Føroyar var styrkismett sum nr. 21.

Team Klaksvík – H71 útsettur

23. september 2020

Dysturin í Burn deildini millum Team Klaksvík og H71, sum skuldi verða í morgin, hósdagin 24. september, er útsettur vegna sóttarhaldið, sum hevur rakt næmingarnar á Glasi. 5 leikarar hjá H71 eru raktir av sóttarhaldinum á Glasi.

Besta mansdeildin eitur nú Burn deildin

12. september 2020

Hondbóltssambandið og SMS-samtakið hava longt samstarvið um bestu mans- og kvinnudeildina fyri kappingarárið 2020–21. Eisini er greitt, at besta mansdeildin skiftir navn og eitur nú Burn deildin. Burn er størsti veitari av venjing í Føroyum og hevur fleiri venjingarmiðstøðir kring landið.

Føroyski ítróttarheimurin kennir seg ótryggan

8. september 2020

Av heimasíðuni hjá ÍSF: Ein ótryggleiki, sum tarnar fría ítróttalívinum, hevur plantað seg í sambondunum undir ÍSF, eftir at tað frættist, at stuðulin til ítróttin lækkar 11 prosent í 2021, um landsstýrið ikki hækkar játtanina. Tað vísa afturmeldingar, sum ÍSF hevur fingið frá sambondunum.