Lutakast til HM-undankapping

Lutakast til HM-undankappingina hjá kvinnum verður seinnapartin í dag á ráðstevnu hjá EHF í Glasgov.

16 lond eru í pottinum, sum verða býtt í fýra bólkar. Føroyar eru støðismettar í bólk tvey.

Bólkur 1: Hvítarussland, Makedonia, Sveis, Slovakia, Turkaland.

Bólkur 2: Føroyar, Ísland, Italia, Kosovo, Litava, Portugal, Ukraina.

Bólkur 3: Aserbadjan, Finnland, Grikkaland, Ísrael.

Drigið verður kl. 14.30.

Sleppa ikki at spæla í Havn ella Klaksvík

15. juli 2018

Tað er ógvuliga ivasamt, um Mikkel Hansen, Landin og aðrar danskar hondbóltsstjørnur koma til Føroya í heyst at spæla móti føroysku landsliðsmonnunum.

Kimiligari hondbóltsspælarar

10. juli 2018

Ein spennandi og lærurík European Open kapping í Gøteborg er liðug, har U16 genturnar endaðu á einum 16. plássi. Kappingin var í døgunum frá 2. til 6. juli 2018.

U16 endaði nummar 16

7. juli 2018

U16 landsliðið við kvinnum endaði á einum sekstanda plássi í European Open, ið hevur verið í Gøteborg í Svøríki síðan mánadagin. 20 lond luttóku.