Lutakastið til EM-undankappingina hjá monnum

Hósdagin 31. mars kl. 17.00 verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

32 lið eru styrkismett í 4 bólkar og er Føroyar styrkismett í fjórða bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari og somuleiðis fýra teir bestu 3´ararnir. EM í 2024 verður leikt í Týsklandi.

Les meira um lutakastið her:
32 teams await EHF EURO 2024 qualifiers opponents (eurohandball.com)

Tveir landsdystir móti Finnlandi

21. mars 2023

Føroyska kvinnulandsliðið skal spæla tveir dystir móti Finnlandi, ávikavist 4. og 5. apríl. Talan er um venjingardystir.

Lakari avrik móti Rumenia

11. mars 2023

Tað er stórur munur á heima- og útivølli í hondbólti. Hetta má staðfestast eftir stóra ósigurin móti Rumenia í dag. Føroyska manslandsliðið gjørdi nógv álopsmistøk og brendu nógvar málmøguleikar. Føroyar taptu 25-17, eftir 14-10 til rumenar í hálvleikinum.

Útselt til Føroyar – Ukraina

10. mars 2023

Eftir sigurin á Rumenia mikukvøldið, kom av álvara gongd á atgongumerkjasøluna til seinasta heimadystin í hesari EM-undankappingini, og vóru øll atgongumerkini til dystin móti Ukraina seld í gjár.