Lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum

Mikudagin 8. juli kl. 14.00, verður lutakastið til komandi HM-undankappingina hjá kvinnum.

17 lið eru styrkismett í 4 bólkar og er Føroyar er styrkismett í triðja bólki. Liðini sum enda nr. 1 og 2 í bólkunum koma víðari og skulu spæla tveir play-off dystir, úti og heima, móti liðunum, sum eru styrkismett omanfyri,  talan er her um Kroatia, Kekkia, Danmark, Frakland, Týskland, Ungarn, Montenegro, Noreg, Pólland, Rumenia, Russland, Slovenia, Serbia og Svøríki.

Bólkarnir  til lutakastið síggja soleiðis út.

1 Eysturríki, Hvítarussland, Slovakia, Turkaland og Makedonia.
2 Ukraina, Italia, Sveis, Íslands og Portugal.
3 Litava, Føroyar, Kosova, Ísrael og Finnland.
4 Grikkaland og Luksemborg.

Les meira um lutakastið her:
Draw procedure_2021 WWCHQEur. P1

Væleydnað summarkapping

4. august 2021

Faroe Islands Handball Cup í Vági er av á hesum sinni. Hetta er annað árið kappingin verður hildin, og var aftur talan um eina sera væleydnaða summarkapping, sum Vágs Bóltfelag skipar fyri.

U19-menn: 17 leikarir úttiknir

2. august 2021

Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen- Marcher og Julian Johansen, hava úttikið hesar leikarar til Scandinavian Open og EHF Championship kappingina, sum báðar verða leiktar í august.

U17-landsliðið hjá kvinnum úttikið

23. juli 2021

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Magni Thomsen, hava úttikið hesar leikarar til Euro Championship kappingina, sum verður leikt í Georgia 6.- 15. august.