Málrevurin í Íslandi

Tað gongst væl hjá Áka Egilsnes í Íslandi. Hann er toppskjútti í at kalla hvørjum einasta dysti. Hann hevur skorað 80 mál í 11 dystum higartil. Hann hevur eisini longt sín sáttmála við KA við tveimum árum.

– Mær dámar avbera væl her, og umstøðurnar eru sera góðar. KA og eg hóska væl saman, so eri eg ógvuliga fegin um longda sáttmálan, sigur vestmenningurin.

Áki Egilsnes og liðfelagarnir í KA eru nummar tvey í næstbestu íslendsku hondbóltskappingini og hava góðan møguleika at flyta upp í bestu deildina.

– Vit liggja væl fyri og spæla væl í løtuni. Eg haldi, at vit hava góðan møguleika at vinna okkum uppflyting, sigur Áki Egilsnes.

Kappingin er skipað sum ein vanlig meistarakapping, men harafturat er ein innanhýsis kapping millum fimm tey fremstu liðini um uppflyting. Tvey lið flyta upp.

Áki Egilsnes og KA skulu spæla móti Stjarnuni leygardagin, sum liggur á einum áttanda plássi.

U18-landsliðið hjá kvinnum úttikið

20. mai 2022

Landsliðsvenjararnir, Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen, hava úttikið hesar  16 leikarar til dystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi.

Landsliðsvirksemi í summar

19. mai 2022

HSF hevur eina rúgvusmikla landsliðsskrá fyri ungdómslandsliðini í summar.

Aðalfundur 2022

18. mai 2022

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður mikudagin 15. juni klokkan 18.30 í kantinuni í Hoyvíkshøllini.