Manslandsliðið í Helsinki

A-landsliðið við monnum fyrireikar seg í hesum døgum til EM-undankappingardystirnar móti Montenegro 24. oktober og Danmark 27. oktober. 

Í dag fór manslandsliðið til Helsinki, har teir skulu spæla tveir venjingardystir móti Finnlandi.

Føroyski hópurin býr í einum ítróttadepli nakað uttanfyri finska høvuðsstaðin.

Fyrsta venjingin gekk væl og menn eru til reiðar til fyrra dystin móti Finnlandi, sum er í morgin klokkan 14.00 føroyska tíð.

16 mans eru úttiknir til venjingarleguna, men hópurin kann broytast nakað til landsdystirnar seinni í mánaðinum.

Hópurin:
Nicholas Satchwell, Neistin
Hørður Trygvason, H71
Tróndur Kragesteen, Neistin
Peter Krogh, H71
Vilhelm Poulsen, H71
Brandur Halgirsson, H71
Sjúrður Olsen, VÍF
Vilhelm Vilhelmsen, Team Klaksvík
Hans Eli Sigurbjørnsson, KÌF
Helgi Hildarson Hoydal, Viking Stavanger HB
Kjartan Johansen, Viking Stavanger
Rói Berg Hansen, FIF
Friði Hammer Weyhe, Aars
Jónas Gunnarson Djurhuus, HØJ
Rókur Akralíð, Kyndil
Rógvi Dal-Christiansen, Kyndil

Toppskjúttarnir í Okkara- og SMS-deildini

16. oktober 2018

Hondbóltsárið 2018/19 er væl í gongd og fyrsti listin við toppskjúttum frá fyrstu umførunum er gjørdur. 

Night Cup í Vestmanna

14. oktober 2018

Á hvørjum ári í heystfrítíðini skipar VÍF fyri Night Cup, sum er kapping fyri U10, U12 og U14. Í ár verður kappingin 18.- 19. oktober. 

A-landsliðið úttikið

11. oktober 2018

Nú er greitt, hvussu manslandsliðið verður mannað til dystirnar móti Montenegro og Danmark síðst í mánaðinum. Hópurin varð kunngjørdur á tíðindafundi í høvuðssætinum hjá BankNordik fyri løtu síðan.