Manslandsliðið í toppformi

Skrivað: Heri Ziska, kropsligur venjari hjá HSF

Fyri ítróttarfólk er kropslig venjing ikki nakað endamál í sær sjálvum. Endamálið við kropsligu venjingini er at betra um kropsligu førleikarnar í mun til ítróttarligu krøvini. Í ítróttini kann tað tó vera trupult at máta objektivt um framgongd er úrslit av kropsligari venjing, ella betri tekniskum førleikum. Tí er tað so týdningarmikið at finna testir, sum máta relevantar kropsligar førleikar, fyri á tann hátt at halda eyga við, um kropsliga venjingin gevur ynsktu úrslitini.

Hondbóltspælarar skulu vera stórir, sterkir og kunna menna eina stóra styrki skjótt og áhaldandi í tvær ferðir 30 minuttir, við teimum støðum, sum útskifting gevur møguleika fyri. Hjá teimum eldru spælarunum er styrkivenjingin hornasteinurin innan kropsligu venjingina. Styrkivenjing kann tó skjótt gerast endamál í sær sjálvum, soleiðis at ynski um at blíva størri og sterkari kostar í mun til menningina av styrki og kvikleika. Fyri at tryggja at framgongdin í styrki sæst aftur á vøllinum, verða spælarar á eldru landsliðunum javnan testaðir.

Stór framgongd í lopi
Spælarar á A-landsliðnum vórðu testaðir fyri kortum. Styrki er ein faktorur, sum verður testaður, men tað, sum er meir áhugavert er hvørt spælararnir megnaðu at menna størri kraft skjótari enn áður, og hvussu tað er við kvikleikanum. Evnini at menna kraft skjótt, máta vit við einari loproynd.

Tá testað varð leygarmorgunin 29. Desember 2018, vóru 12 spælarar teir somu, sum vórðu testaðir leygarmorgunin 28. desember 2017. Av teimum 12 gingu 10 fram við 2,45 centimetrum í miðal, sum er ein framgongd á 5,7 prosent, ið er ein stór framgongd.

Størstu framgongdina høvdu Helgi Hoydal (5,8 cm), Rókur Akralíð (4,9 cm) og Rógvi Dal Christiansen (4,7) cm. Hægstu lopini áttu Leivur Mortensen (53,7 cm), Rúni Højgaard (50,1 cm) og Rókur Akralíð (50,1 cm).

11 leikarar á úrvalsstøði
Fyri at testa kvikleikan nýta vit eina sokallaða “agility test”. Her renna spælarar eitt ávíst mynstur á vøllinum og verður tíðin frá byrjan til enda máta. Til hesa roynd hevur danska hondbóltsambandið sett nøkur markvirðir fyri nær ein er “elita”, “yvir miðal”, “undir miðal” ella “ikki nøktandi”. Her skal so havast í huga, at donsku hondbóltsharrarnir júst eru vorðnir heimsmeistarar. Av føroysku spælarunum vóru 11 “elita”, seks vóru “yvir miðal”, meðan seks vóru undir miðal. Av teimum 11, sum eisini vóru testaðir í 2017, gingu átta fram, og har fluttu seks upp í ein betri bólk, harav tveir upp í “elita”. Størstu framgongdina áttu útisetarnir Jónas Djurhuus, Helgi Hoydal og Áki Egilsnes, meðan kvikastir vóru Leivur Mortensen, Hørður Trygvason, Brandur Halgirsson og Rógvi Dal Christiansen.

Henda framgong kemur ikki av ongum. Mennirnir, eins og kvinnurnar, arbeiða støðugt við at bøta um kropsligu førleikarnar. Meðan landskapping og steypakapping er í gongd, venja flestu spælarar styrki tríggjar ferðir um vikuna. So skjótt landskappingin er av hjá einstøku spælarunum, fer fyrireikingin til landsdystirnar, m.a. móti donsku heimsmeistarunum, í gongd. Tá skulu spælarar gjarna vera enn størri, sterkari og kvikari.

Málið er greitt
Tað er týdningarmikið at hugsa langsigtað, og tí verður byrjað við stabiliserandi venjing, tvs. styrkivenjing, ið setur krøv til balansu og stabilitet, bæði í bulinum og einstøku liðunum. Hetta verður gjørt tríggjar ferðir um vikuna. So verður farið at byggja vøddar, tvs. lyfta nógv tons fýra ferðir um vikuna, áðrenn dentur verður lagdur á at økja um styrkina og kvikleika. Tá verður aftur vant tríggjar ferðir um vikuna.

Málið við hesi venjing er at spælarar skulu kunna renna skjótari, hoppa hægri, skjóta harðari, hava lættari við at bróta ígjøgnum verjuna, umframt, at tað verður lættari at steðga spælarum, ið royna at bróta ígjøgnum føroysku verjuna.

Finalistarnir hjá U-liðunum

13. februar 2019

Stóra steypavikuskiftið í hondbólti nærkast. Heili 12 finalur skulu avgreiðast yvir tveir dagar.

Skráin fyri hálvfinalurnar

11. februar 2019

Fyrra hálvfinalurnar í Faxe Kondi kappingini verða mikukvøldið og hóskvøldið, meðan seinnu hálvfinalurnar verða sunnudagin.

Spenningur um hálvfinalupláss

8. februar 2019

Spenningurin er í hæddini, tá hálvfinalistarnir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum og monnum skulu finnast um vikuskiftið.