Mett verður um Faxe Kondi finalurnar

Stóru finaludagarnir í hondbólti eru um vikuskiftið. Í Fríkasti hesaferð metir Geir Wardum um finalurnar hjá kvinnum og monnum. 

Hondbóltsviðmerkjarin væntar tvær tættar og spennandi finalurnar, men hjá monnunum hevur hann ein lítlan favorit.

Hygg eftir Fríkasti her.

 

Kvinnulandsliðið móti úrvalsliði

22. mars 2019

A-landsliðið við kvinnum skal spæla tveir venjingardystir um vikuskiftið – í dag móti U17-landsliðnum við monnum, og í morgin móti einum úrvalsliði, ið er mannað við m.a. Agnas Olsen, Liljuni Djurhuus, Jovanu Stranjanac og Onnu Brimnes og øðrum profilum í føroyskum hondbólti. Ingi Olsen stendur fyri liðinum.

Spennandi niðara hálva

21. mars 2019

Hol varð í gjárkvøldið sett á niðaru kappingina hjá monnum, og líkt er til, at tað kunnu gerast nakrir spennandi dystir millum KÍF, Team Klaksvík og StÍF. 

Soleiðis verða finalurnar skipaðar

20. mars 2019

Í kvøld verða fyrstu hálvfinalurnar í Okkara-deildini, tá VÍF fær vitjan av H71. Hóskvøldið hittast Kyndil og Neistin í hinari hálvfinaluni. Aðru hálvfinalurnar eru sunnudagin.