Misjavnt – men glottar

Føroyska kvinnulandsliðið tapti í kvøld 28-16 fyri Póllandi í fyrsta dystinum í EM-undankappingini. Hálvleiksstøðan var 12-8 til Póllands.

Talan var sum heild um eitt misjavnt avrik í einari fullari høll í Kwidzyn. Verjan stóð sera væl í fyrra hálvleiki og  spældu okkara skilagott við fáum villum. Í seinna hálvleiki stóð verjan minni væl og var heldur illa brent í álopinum. Fleiri glottar vóru tó at hóma og høvdu fleiri av okkara nýggju ungu leikarum góðar støður í dystiunum, sum vit kunnu taka við okkum í uppbyggingini av unga liðnum.

Dagsins leikari hjá Føroyum var vald Marita Mortensen.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Maria Halsdóttir Weyhe 4
Súna Krossteig Hansen 3
Durita Christophersen Jojic 2
Turið Arge Samuelsen 2
Marianna Geirsdóttir Eystberg 1
Lív Poulsen 1

Sunnudagin kl. 17.00 spæla Føroyar og Rumenia í Høllini á Hálsi. Rumenia vann í kvøld 27-24 á Ukraina í hinum dystinum í bólkinum. Úrslit og støður í bólkinum síggjast her:
http://eurohandball.com/ech/women/2020/round/2/Women%27s+EHF+EURO+2020+Q+Phase+2

Nýggir landsliðsvenjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum

22. september 2022

Kristinn Guðmundsson og Mark Lausen-Marcher eru settir í starv sum venjarar hjá U06-landsliðnum hjá monnum. Her er talan um dreingir føddir í 2006 og 2007.

Intersport Night Cup 2022

21. september 2022

Nýtið heystfrítíðina aktivt – VÍF bjóðar aftur í ár øllum hondbóltstáhugaðum at luttaka í  ársins Intersport Night Cup. Kappingin verður fyri U10, U12 og U14 gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum úttikið

20. september 2022

Landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Lars Porskær Møller, hava úttikið hesar 16 leikarar til EM-undandystirnar móti Ukraina og Eysturríki, sum verða ávikavist 12. og 16. oktober.