Mistu á stokkinum

Tað bleiv spenningur til síðsta bríksl, tá U18-manslandsliðið hjá Føroyum í morgun spældi móti Makedonia í EM-kappingini, sum í hesum døgum er í Georgia. 

Føroyar byrjaðu væl og løgdu seg á odda við tveimum málum og hildu leiðsluna fyrstu 20 minuttirnar. Tá kom vend í og Makedonia legði seg á odda 12-11 og dró frá. Makedonia fekk tvey brotskøst, sum Pauli Jacobsen í føroyska málinum vardi fyri, men føroysku spælararnir vóru ov seinir av samla upp. Makedonar fangaðu bóltin aftur og skoraðu. Støðan versnaði, tá Føroyar fingu tvær útvísingar. Við fimm móti sjey monnum, gjørdist støðan 16-12 til Makedonia.

Nú skuldi nógv til, og ábendingar vóru um, at nú var farið. Men ídnu og evnaríku føroysku leikararnir prógvaðu sítt dirvi.

Við nøkrum framúr bjargingum frá Paula Jacobsen og við góðum kontraspæli, eydnaðist tað Føroyum at heinta øll fýra málini innaftur eftir bara hálvantriðja minutt. Síðsta málið til hálvleiksstøðuna 16-16 skeyt Hákun Vest av Teigum í síðsta sekundi og føroysku dreingirnir fóru við uppreistari pannu í skiftingarrúmið at fáa góð ráð frá venjaranum, Birgiri Hansen.

Spenningur til síðsta bríksl
Seinni hálvleikur var óvanliga spennandi. Liðini fylgdust allatíðina, sum oftast vóru Føroyar omaná við einum máli. Føroyar spældu góðan álopshondbólt, men tað haltaði nakað í verjuni, men ferð eftir ferð tók Pauli Jacobsen millum føroysku stengurnar skotini.

Í síðsta minutti javnaði Makedonia til 29-29 og Føroyar fóru í álop. Spælt var inn á strikuna og dømt var brotskast til Føroyar. Dánjal Ragnarson varð settur at skjóta, men hann misnýtti. Makedonia fór í álop, tá bara átta sekund vóru eftir, og tað sum ikki skuldi henda, hendi. Makedonia, sum hevði ein mann í yvirtali, spældi til ein frían høgravong sum skoraði og tryggjaði Makedonia sigurin.

Tað var sum vera man nakrir ógvuliga vónbrotnir dreingir eftir dystin, sum Føroyar uttan iva hevði uppiborið at vunnið.

Í morgin skulu Føroyar royna seg móti Litava.

Málskjúttar:
Elias á Skipagøtu, 10
Hákun Vest av Teigum, 10
Julian Kragesteen, 3
Tróndur Mikkelsen, 2
Pauli Mittún, 2
Sakaris Aviano Sakarisson, 1
Dánjal Ragnarsson, 1

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.