Mowi heldur áfram sum stórstuðul hjá HSF

Mowi verður framhaldandi stórstuðul hjá HSF í 2020. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, hittust í dag fyri at undirskrivað sáttmála fyri 2020.

Í meira enn 5 ár hevur Mowi, fyrr Marine Harvest, verið millum fremstu stuðlarnar hjá HSF og føroyskum hondbólti. Mowi hevur sostatt verið við í tí stóra framburðinum og við til at tryggja, at vit nú støðugt kunnu luttaka í altjóða EM og HM-kappingum í øllum aldursbólkum.

– Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, sigur, at hon fegnast yvir at Mowi hevur trú uppá okkara framtíðarætlanir, og at teir hava verið við yvir fleiri áramál, sum er so sera týdningarmikið.

– Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, viðmerkir, at tað hevur týdning at stuðla føroyskum hondbólti. Góðu úrslitini hjá fleiri av okkara landsliðum vísir, at føroysku feløgini og HSF hava gjørt eitt gott arbeiði, og tað vilja vit gjarna stuðla.

Sáttmálin við Mowi merkir millum annað, at landsliðini hjá HSF koma at bera merkið “Rinka” á klæðunum, sum er vørumerki fyri laksavøruna hjá Mowi.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.

U18-kvinnur: HM-liðið er úttikið

14. juni 2022

Venjararnir Simon Olsen og Christoffur Gert Nielsen hava úttikið 16 leikarar til U18 HM-endaspælið í Norðurmakedonia.