Mowi stórstuðul hjá HSF í 2021

HSF og alifyritøkan Mowi, hava longt verandi samstarvsavtalu. Hetta merkir, at Mowi verður verandi ein av stórstuðlunum hjá HSF, har Mowi er m.a. er sjónligt við Rinka vørumerkinum á klæðunum hjá landsliðunum.

Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, hittust herfyri, har sáttmálin var undirskrivaður.
Mowi hevur verið ein av trúgvu stuðlunum hjá hondbóltinum seinastu árini og verið við til at lagt lunnar undir stóru framgongdina, sum hevur verið.

– Gunn Ellefsen viðmerkir, at vónandi sleppur altjóða hondbólturin aftur at blóma í leypi av 2021. Nógv landsliðsvirksemi er á skránni komandi mánaðirnar, og vóna vit, at hetta verður uttan alt ov nógvar avmarkingar. Gunn viðmerkir hartil, at tað er týdnignarmikið við trúgvum stuðlum bæði í góðum og avbjóðandi tíðum, soleiðis at okkara virksemi kann vera støðugt og áhaldandi.

– Hans Jákup Mikkelsen, stjóri á Mowi, fegnast um góðu gongdina og nýggju átøkini hjá hondbóltinum seinastu tíðina, og eru vit errin av at verða við til at tryggja karmarnar fyri okkara hondbóltsleikarar, bæði ungdóm og vaksin.

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.