Munurin var trý mál

Føroyar taptu 21-24 fyri Montenegro í næstseinasta dysti í EM-undankappingini. 

Føroysku leikararnir skuldu arbeiða hart fyri at koma framvið stóru montenegrisku verjuni og tað gingu fimm minuttir til Føroyar fingu fyrsta málið. Tað gjørdi tað ikki betur, at longu í 19 minutti fekk Kjartan Johansen sína triðju útvísing og harvið reytt kort.

Í verjuni hildnaðist tó betur, so heldur ikki montenegrar høvdu tað lætt at koma til skot.

Tá farið varð til hálvleiks var støðan 9-11.

Í seinna hálvleiki kom betur glið á føroyska álopsspælið. Áki Egilsnes, ið var skiftur inn á høgra bakk fyri Kjartan Johansen, gekk á odda saman við Jónasi G. Djurhuus.

Føroyar komu tó ongantíð tættari enn tvey mál. Serliga føroysku útvísingarnar kostaðu nógv. Montenegrarnir gjørdu sær dælt av yvirtalsstøðunum, sum endaði við, at skjóti vongurin, Milos Vujovic kundi smekka bóltin í føroyska málið.

Hetta var enn einaferð ein dystur, har føroysku leikararnir prógvaðu, at hondbólts-Føroyar kunnu spæla upp ímóti liðnum, ið vanliga spæla í EM- og HM-endaspølum.

Málskjúttar
Jónas Gunnarson Djurhuus 6 (3)
Rói Berg Hansen 4
Áki Egilsnes 4
Rókur Akralíð 2
Helgi Hildarson Hoydal 2
Allan Norðberg 1
Niklas Selvig 1

 

HM-lutakast hjá kvinnum

27. juni 2022

Mikudagin kl. 10.00 verður lutakastið til HM-undankappingina hjá kvinnum.

U18-menn: EM-liðið er úttikið

21. juni 2022

Venjararnir Hjalti Jacobsen og Djóni Gaard Joensen hava úttikið 16 leikarar til U18 EM-endaspælið í Montenegro.

Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

16. juni 2022

Aðalfundur hjá HSF var í gjár. Á skránni var m.a. val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík.