Nær skal eg velja?

Er neyðugt hjá børnum at halga seg eina ítróttagrein fyri at røkka langt? Hvussu ofta og hvussu nógv ymiskt kunnu børn og ung venja? Hvat er talent og hvussu kemur tað til sjóndar?

ÍSF ynskir at svara hesum og øðrum spurningum um fyrimunir og vansar við, at børn og ung íðka fleiri ymsar ítróttargreinar á forvitnlisligum tiltaki í Reinsarínum í Havn 30. oktober. Umframt upplegg frá royndum serfrøðingum í ítrótti og venjing, verður pallborðskjak við viðkomandi spurningum.

Tiltakið er sjálvandi ókeypis og vendir sær til foreldur, venjarar, nevndarlimir og onnur ítróttaáhugað, sum vilja vita meira um fyrimunir og vansar við spesialisering á ungum aldri.

Tey ið manna kjakpanelið eru:
– Heri Ziska
– Magni Mohr
– Pætur Clementsen
– Jón Bjarnason
Maria Ziskason Nesá stýrir kjakinum.

Kvinnulandsliðið styrkismett nr. 27 í Evropa

2. desember 2022

Næsta EM-endaspælið hjá kvinnum verður víðka frá 16 til 24 lið, á sama hátt sum EM-endaspælið hjá monnum er.

Bók um Elias

30. november 2022

Elias – ein hondbóltsstjørna, er heitið á nýggjari barnabók, sum Páll Holm Johannesen hevur skrivað.

Europeiskur hondbóltur á Hálsi

28. november 2022

Komandi vikuskiftið skulu H71-kvinnur spæla dystir í European Cup móti DHC Slavia Praha.